Góða Annika Olsen,
Tórhavnar Býráð, undir tínari leiðslu, hevur ætlan um at lata privatan byggiharra byggja 94 íbúðir á einum lendi undir Kongavarða, ið bert er ætlað 30 búeindum. Tórshavnar Býráð hevur valt at lata hesum privata byggiharra 10,500 fermetra stort lendi fyri undirprís. Prísurin er 1,6 milliónir krónur, hóast økið er yvir 10 milliónir krónur vert. Og Tórshavnar Býráð hevur, umframt at geva privata byggiharranum lendi fyri serprís, slakað øll krøv um felagsøkir og nøktandi ferðslu-viðurskifti, og hevur valt at staðseta hesa bygging beint har, ið ætlanin var at gera fríøki til íbúgvarnar undir Kongavarða.
Nú er serstøk byggisamtykt undir Kongavarða til hoyringar, og hendan byggisamtykt er at síggja til gjørd so lagalig, at privati byggiharrin avger sjálvur hvussu bygt verður og í hvørjari dygd.
Tórhavnar Býráð sigur á heimasíðu síni at ???ein meginregla í arbeiðinum við lendisætlanum og býarskipanararbeiði er, at borgarin er væl kunnaður og kann siga sína hugsan um tær ætlanir, sum myndugleikin hevur í kvittanum at fremja í verki borgaranna vegna.???
Íbúgvarnir og eigarafeløgini undir Kongavarða undra seg stórliga, hvat kommunan hevur í kvittanum í hesum máli og kenna seg als ikki trygg við, at hendan ætlanin hevur borgarans besta fyri eygað. Heldur tykist tað sum, at kommunan leypir á leistum fyri at geva privatum byggiharra sersømdir og lendi í gávu fyri at kroysta eina ørvitisverkætlan við 94 búeindum inn í eitt lítið øki, har serkunnleikin í Tórhavnar Kommunu sigur, at pláss bert er fyri 30 íbúðum.
Vit undrast stórliga um framferðina í hesum máli, og tí vilja eigarafeløgini undir Kongavarða alment seta tær hesar 10 spurningar um ætlaðu byggingina undir Kongavarða:
1. Hví valdi kommunan fyrst at góðkenna ætlanina um byggingina undir Kongavarða í skundi á eyka býráðsfundi, og síðan hava borgarafund um byggingina fyri íbúgvunum seinni sama kvøld? Hevði tað ikki sømt seg betur fyrst at hoyrt íbúgvarnar, og síðan tikið støðu til ætlanina á býráðsfundi. Ella var ætlanin kanska júst, at borgararnir ikki skuldu hoyrast fyrr enn ov seint var?
2. Hví velur meirilutin í Tórshavnar Býráð at ganga burtur frá heildarætlanini fyri økið undir Kongavarða? Heildarætlanin hevur annars tænt økinum væl. Aðrir byggiharrar, ið hava bygt á økinum, hava allir fylgt hesi heildarætlan. Hví verður heildarætlanin nú skúgvað til viks, og hví fær hesin byggiharrin sersømdir at byggja, sum honum lystir og uttan, at tað passar inn í heildarætlanina?
3. Hví velur Tórshavnar Býráð at ganga beint ímóti sakkunnleikanum í Býarskipanardeildini hjá Tórshavnar Kommunu, sum staðiliga mælir til ikki at byggja fleiri enn 30 íbúðir á økinum undir Kongavarða?
4. Hví verða nøktandi atlit ikki tikin til uttandura umstøðurnar hjá børnunum? Alt økið uttanum ætlaðu byggingina verður gjørt til parkeringspláss og veg, men einki pláss er sett av til tilhalds- og spælipláss hjá børnunum, ið skulu húsast í teimum 94 tættbygdu íbúðunum. ??tlar býráðið ikki at fylgja síni egnu Almennu byggisamtykt (kap. 3, §1, stk 4) ið sigur at ???Í bústaðarøkjum skal verða fingið til vegar eitt nóg stórt og opið øki eittans ætlað sum tilhalds- og spælipláss hjá børnum uppá 400 m2 fyri hvørjar 20 bústaðir ???.
5. Hví tekur byggisamtyktin ikki atlit til ljósviðurskifti hjá grannunum, sum fáa tættbygdar íbúðarblokkar í 4-5 hæddum beint hinumegin vegin í ein vestan og sum fara at taka allan sólargang alt árið? Hevur býráðið ikki í hyggju at fylgja Almennu byggisamtyktini (kap 28, stk 1), um at ???Eingi hús og eingin húsalutir má gerast hægri enn at fáast kunnu nóg góð ljósviðurskifti og hóskiligt samljóð við hús á sama grundstykki og hús á grannastykkjum????
6. Hvussu ber tað til, at Tórshavnar Býráð letur einstøkum privatum byggifelag grundøki á 10.500 m2 undir Kongavarða fyri langt undir marknaðarprís (einans 1,6 milliónir krónur), tá kommunan selur vanlig grundstykkir til borgarar fyri 600-700 túsund kr.? Er hetta ikki at veita einstøkum privatum byggiharra beinleiðis stuðul? Kann tað hugsast, at privati byggiharrin tørvar hesa gávu frá kommununi fyri at fáa lán til byggingina, nú Sp/f Mark Kongavarða einans hevur 108.000 krónur í eginpeningi?
7. Er tað rímiligt, at eitt privat smápartafelag skal sleppa at fáa 10.500 fermetra grundstykki at byggja á við einans 108.000 krónur í eginpeningi, tá familjur, ið ynskja eitt grundstykki frá Tórshavnar Kommunu, skulu hava minst 300-400.000 krónur í eginpeningini?
8. Hví ætlar Tórshavnar Býráð at føra ferðsluna til 94 íbúðir inn í verandi býling undir Kongavarða tá bæði umsitingin í Tórshavnar Kommunu, grannarnir og enntá privati byggiharrin sjálvur hava víst á at ferðsluviðurskiftini verða ótolandi?
Tann 22. februar 2019 skrivar byggiharrin soleiðis í brævi til Tórshavnar Kommunu: ???Í dag eru atkomuviðurskiftini fyri íbúgvarnar undir Kongavarða ikki nøktandi. Galdandi innkoyring klárar ikki ferðsluna og hevur harumframt blindvinklar v.m. Um vit skulu byggja fleiri leiguíbúðir, verður støðan enn verri.???
9. Heldur tú sum borgarstjóri at loysnin, at kroysta 94 tættbygdar íbúðareindir í vánaligari dygd inn á eitt ov lítið øki, er ein virðilig loysn fyri Havnarborgarar, ið tørva leigubústað? Ella heldur tú, at Havnarborgarar, ið tørva leigubústað hava uppiborið betri bygging enn hesa?
10. Og seinasti spurningur til tín er: Hvørjum arbeiðir Tórshavnar Býráð fyri í hesum máli? Arbeiðir býráðið fyri borgararnar í kommununi ella fyri privatan byggiharra?
Bestu heilsur og við vón um skjótt svar,
Eigarafelagið undir Kongavarða & Eigarafelagið eystan Kongavarða
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald