Vinna

10 russisk skip lossa í Føroyum og fleiri eru áveg hendavegin

...

2019-02-26 21:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tey flestu russisku uppisjóarskipini, sum royna í Norður-Atlantshavinum, brúka føroyska havn at lossa í. 

Í dag liggja 10 russiskir trolarar og lossa, 5 eru í Runavík, 3 í Ánunum og 2 í Kollafirði, harafturat liggja 10 fraktskip, sum fiskurin verður lossaður umborð á. Eisini eru 3 ella 4 russiskir trolarar áveg til Føroyar.

Teir russisku trolararnir hava okkum vitandi allir roynt í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi.

Myndin er tikin í Kollafirði í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder