2019-12-19 07:42

Klokkan 17 seinnapartin í gjár sendi eitt 10-mannafarð Mayday, og Tórshavnradio sendi Mayday Relay.
Talan var um ein opið 10 mannafarð við einum manni umborð, sum fekk ein sjógv innan fyri boðan við Porkerisnes.
Av MRCC-støðini í Havn verður sagt, at tað vóru fleiri skip og bátar nærhendis sum bjóðaðu seg til at hjálpa, men neyðstaddi báturin fekk maskinuna í gongd aftur og kláraði at lensa seg tóman við tveimum pumpum sum vóru umborð. Annars hevði vandi veri á fer.
Báturin kundi so sigla sjálvur inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald