Mentan

10. floks samstarv í Vágum og Vestmanna

...

2015-11-27 19:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skúlablaðið skrivar:

Í skúlanum á Giljanesi eru 310 næmingar, í Sørvági 185, og í Vestmanna skúla ganga einir 200 næmingar. Altso útivið 700 skúlanæmingar tilsamans. Samstarvið millum hesar stóru skúlar fevnir bara um 10. flokk

- Vit hava havt samstarv við Sørvág fyrr, men tað datt niðurfyri, áðrenn eg eri komin í leiðsluna. Fyrrverandi stjórin fór undir samstarv við skúlarnar í Vestmanna og Sørvági, og hetta samstarv halda vit fram við, sigur stjórin í skúlanum á Giljanesi, Annbritt Toftegaard.

Annbritt tók læraraprógv í 2000 og hevur arbeitt sum lærari í Miðvágs- Sándavágs skúla, nú Skúlin á Giljanesi, frá 2001.

Hon hevur leiðsluútbúgving í persónligari leiðslumenning og hevur leiðsluroyndir sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi síðani 1. august 2012 og sum settur skúlastjóri frá 1. mars 2015.

Skúlarnir í Vágum og skúlin í Vestmanna samstarva nú í tveir dagar um vikuna um 10. flokkarnar.

Á Giljanesi hava tey ta vanligu undirvísingina, Sørvágs skúli hevur sína vanligu undirvísing í sínum skúla, og Vestmanna skúli hevur sína vanligu undirvísing har. Haraftrat hava tey breytir tvær ferðir um vikuna. Vestmanna skúli hevur tvær breytir, ítróttarbreyt og íverksetanarbreyt, Skúlin á Giljanesi hevur tvær breytir, smíðbreyt og køksbreyt, og í Sørvági hava tey eisini tvær breytir, køksbreyt og náttúrubreyt.

Allir næmingarnir í Vestmanna, Sørvági og á Giljanesi velja sær tvær breytir frítt ímillum allar skúlarnar.

- So um tú hevur áhuga í náttúrubreytini og gongur á Giljanesi, so ert tú ein dag í skúla í Sørvági. Hevur tú áhuga í ítróttarbreytini í Vestmanna, so ert tú ein dag í Vestmanna á ítróttarbreyt, sigur skúlastjórin á Giljanesi.

Tey hava fingið í lag ??? og tað er kommunan, sum rindar ??? busssamband ímillum skúlarnar hvønn morgun, tá ið breytirnar eru. Kommunurnar býta tær útreiðslurnar í trý.

Tað eru bara tríggir næmingar úr 10. flokki á Giljanesi, í Sørvági eru 16 og í Vestmanna einir 15 næmingar. Fyri at hava 10. flokk eitt sindur lokkandi, koyrdu skúlarnir á skránna, at næmingarnir skuldu kunna fáa felags undirvísing í at taka koyrikort til prutl. Undirvísingin í hesum skuldi vera í tveir dagar, her øll, sum hava áhuga fyri prutlkoyrikorti, skuldu vera savnað. Prutlkoyrikortið hava tey tikið. Men nú er henda ætlan útsett við tí nýggju politisku samgonguni. Eisini samtyktin um at lækka aldursmarkið fyri at fáa prutlkoyrikort er fyribils útsett.

Annars hava tey bílagt eitt trygdarskeið til allar næmingar. Nakað, sum serliga dreingir, ið ætla sær út at sigla, hava brúk fyri.

- Tað kostar eitt sindur, og tað gjalda vit eisini fyri, sigur Annbritt Toftegaard.

Tá ið 10. floksnæmingarnir fara upp til roynd, eru teir á Giljanesi. Tey býta tó ikki undirvísingina í rokning, donskum og enskum ímillum sín.

- Men vit vildu fegin, at eitt framtíðar samstarv um hetta fæst í lag, sigur Annbritt, men hvar skal so undirvísingin fara fram. Skal eg so siga fólk úr starvi fyri, at tey skulu ganga í skúla í Sørvági.

Niðurstøðan av hesum iva er sambært skúlastjóranum á Giljanesi, at hetta samstarv fæst ikki í lag, fyrr enn Mentamálaráðið sker ígjøgnum og sigur:

"Nú leggja vit tveir skúlar saman!"


Myndin:
Annbritt Toftegaard, stjóri í Skúlanum á Giljanesi: "Skúlarnir í Vágum og skúlin í Vestmanna samstarva nú í tveir dagar um vikuna um 10. flokkarnar."

TEKSTUR: Sonne Smith



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder