Politikkur

Avtalan um Barentshavið og títt arbeiðspláss í Sandoynni

Sum valevnið fyri Sandoynna til løgtingsvalið 8 desember, er tað við stolteika, at eg eri ein av teimum, sum bjóði meg fram at umboða fólkaflokkin.

2022-11-29 18:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Fólkaflokkurin er ein borgarligur flokkur, ið stendur plantaður við báum beinum væl á jørðini. Hetta bleiv enn einaferð undirstrikað við avtaluni um barentshavið. At vit hava ein fiskimálaráðharra, sum ikki glaðbeintur fylgir tí ráki, sum ein ávís løtumynd vísur, men setur seg væl inn í tingini, áðrenn ein støða verður tikin, kunnu vit í Sandoynni fegnast yvir.

Sum politikari, er tað tín skylda at altíð royna at taka tað rætta valið. Tað er ikki altíð, at tað rætta valið er tað lættasta og best umtókta. Men sum minsta mark, er tað skyldan hjá politikaranum at seta seg inn í tingini og kenna fylgjurnar av avgerðunum, sum vera tiknar.

Sandoyggin hevur fostrað mangan sjómannin, og okkara tænasta á barentshavinum hevur ikki trotið. Ídag er tað soleiðis, at stórur partur av tí framleiðslu, sum er á flakavirkinum í Skopun, er fiskur úr Barentshavinum. Høvdu vit ikki havt atgongd til hesa rávøru, hevði tað verið beinleiðis katastrofalt fyri oynna.

Vit eru helst øll samd um, at vit ynskja, at ræðuleikarnar í Ukraina steðga sum skjótast. Tað er serstakliga vigtigt, at vit gera alt vit kunnu fyri at hjálpa teimum. Eftir mínari sannføring gera vit tað als ikki við at bróta matvøruketurnar í heiminum enn meira.

Við hesum í tonkunum, lovi eg, at fái eg møguleikan til tess, skal eg fylgja linjuni hjá fólkaflokkinum. Eg taki onga avgerð í óðum verkum, tí at eg veit, at allar avgerðin, ið eg taki hava avleiðingar fyri onnur menniskju.

X við Fólkaflokkin
X við Winnie Kjærbo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder