Vinna

Avtak fiskavirkisskipanina

Fiskavirkisskipanini skeiklar arbeiðsmarknaðin. Skipanin er ein forðing fyri, at arbeiðsmegin í skipanini leitar sær til aðrar vinnur, har arbeiðsmegin hevði givið eitt størri íkast til búskapin og virðiskapanina í Føroym.

2024-09-09 12:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Heystfrágeiðingin frá Búskaparráðnum.

Øll, sum arbeiða í framleiðsluni á fiska- og kryvjivirkjum sleppa í fiskavirkisskipanina, tá eingin framleiðsla er vegna fiskaloysi. Tað vil siga, at tey fáa løn úr fiskavirkisskipaninini, tá einki er at gera á virkjunum.

Fiskavirkisskipanin er skeiklandi fyri arbeiðsmarknaðin á tann hátt, at skipanin minkar um tilskundanina hjá arbeiðismegini at flyta seg til tey arbeiðsøki og tær vinnur, ið tørva arbeiðsmegi. Tað er ikki skynsamur vinnupolitikkur, og tað darvar búskaparmenningina í Føroyum, at hava skipanir sum fiskavirkisskipanina.

Goldin arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini er vaksin nógv tey seinastu árini, frá sløkum 15 mió. kr. í 2019 til 26 mió. kr. í 2023. Talið av tryggingartímum, sum er talið av tímum, sum ALS hevur rindað arbeiðsloysisstuðul fyri, er somuleiðis hækkað við 78% hetta tíðarskeiðið.

Í 2023 vóru 1.534 fólk í fiskavirkisskipanini, av hesum vóru sløk 40% útlendingar og næstan 70% av hesum vóru í Føroyum við einum tíðaravmarkaðum arbeiðsloyvi. Sambært ALS tvífaldaðust útgjøldini til útlendingar við tíðaravmarkaðum arbeiðsloyvi í 2023 og var 5,1 mió. kr. umframt pensjón og arbeiðsmarknaðargjøld, og svarar tað til umleið 20% av samlaðu útgjøldunum úr skipanini.

Búskaparráðið er av tí áskoðan, at útlendsk arbeiðsmegi ikki eigur at verða innflutt til vinnur, sum ikki kunnu bjóða starvsfólkunum kravda tímatalið, sum er grundarlagi fyri teirra arbeiðs- og upphaldsloyvi. Harumframt eiga samhaldsfastar skipanir sum fiskavirkisskipanin, ið allir løntakarar og arbeiðsgevarar í Føroyum eru við til at fíggja, ikki at vera nýttar til at tryggja, at arbeiðsgevarar kunnu lúka arbeiðskravið á 40 tímar um vikuna.

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder