Frida Poulsen:
Lesandi á læraraútbúgvingini eru sloppin til orðanna sum áhugapartur í stóru eftirmetingini av læraraútbúgvingini. Eftirmetingin var liðug í februar í ár. Lesandi vísa á fleiri viðurskifti, ið eiga at verða betri, eitt nú ein betri og longri starvslæra, umframt at útbúgvingin verður meiri viðkomandi fyri lærarayrkið. Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini, er samd við teimum lesandi í, at tað er átrokandi neyðugt skjótt at skipa starvslæruna øðrvísi, bæði í vavi og dygd.
- Soleiðis sum starvslæran er nú, undirvísa læraralesandi tíggju tímar um vikuna í fimm vikur í lærugreinini, sum tey hava á linju. Tað vil siga, at tey fáa ikki royndir í øðrum enn tí, og uppliva tí ikki skúlan og lærarayrkið fyri alt tað, sum tað er. Lærarastarvið er so øgiliga nógv annað enn bara at undirvísa í linjulærugreinini, og alt tað eiga tey læraralesandi sjálvandi eisini at sleppa at búgva seg til – tað er at vera garðvakt, at vera við til foreldrasamstarv, námsfrøðiligar fundir og annars vanliga gerandisdagin, sum kann hava øgiliga nógv ymiskt at bjóða. Læraralesandi eiga at vera í starvslæru ein heilan skúladag í heilar skúlavikur í fleiri vikur. Í Danmark og Noregi arbeiða tey við at styrkja starvslæruna, summa staðni hava tey starvslæruskúlar; vit eiga at kanna nærri, hvussu tey gera og finna skipanir, sum rigga hjá okkum.
Hvussu endurspeglar læraraútbúgvingin tað, sum læraralesandi fáa burtur úr starvslæruni? Frida Poulsen heldur, at tað er misjavnt, í hvussu stóran mun tað sæst aftur. Eitt tættari samband millum yrki og útbúgving fer at hava við sær, at útbúgvingin fer at duga betur at taka ímóti tí, sum læraralesandi nema sær í starvslæruni.
- Vilja vit byggja brúgv millum fólkaskúlan og læraraútbúgvingina, so eigur sambandið at verða styrkt við til dømis einum betri samstarvi millum starvslæruvegleiðararnar og undirvísararnar á útbúgvingini. Hóast vit ikki hava ávísar starvslæruskúlar, so eru tað kortini ávísir skúlar, har nógv læraralesandi fara í starvslæru. Vansin við at hava starvslæruskúlar kann vera, at nakrir skúlar verða tiknir fram um aðrar; í sjálvum sær nýtist tað ikki at vera ein trupulleiki, men tað hevur tó týdning, at læraraútbúgvingin hevur samband við nógvar ymiskar skúlar, tí skúlaverkið er samansett. At starvslæruvegleiðarar eru útbúnir, er eitt stórt frambrot, heldur útbúgvingarleiðarin.
Komandi skúlaár verður útbúgvingin aftur boðin út. Frida Poulsen vónar, at lærarar úr øllum skúlum kring landið fara at taka væl ímóti útbúgvingini, soleiðis at allir skúlar eru væl fyri við vegleiðarum.
- Samanborið við onnur lond er starvslæran dýrari í Føroyum, tí tímasatsurin, sum starvslæruvegleiðarar fáa, er hægri enn hann er aðrastaðni, og starvslæran er eisini skipað øðrvísi. Tímasatsurin og skipanin eru ásett í samráðing millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Verður starvslæran víðkað og longd verður hetta sjálvandi eisini ein spurningur um, hvussu starvslæran skal avroknast. Tá ið starvslæran verður endurskoðað, verður Lærarafelagið sjálvandi ein týðandi viðleikari, bæði tá ið talan er um skipan, longd og góðsku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald