Vinna

Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Molde

Beinleiðis flogferð úr Føroyum til seinna dystin í uppgerðini millum KÍ og Molde

2023-08-04 11:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá KÍ skal til Molde at spæla seinna dystin í triðja umfari í Champions League, verður skipað fyri beinleiðis flogferð úr Føroyum til Molde í Noreg.

Dysturin verður týskvøldið 15. august.

Fonn Flog skipar fyri bólkatúri í hesum sambandi. Meira kunning kemur seinni.

Atgongumerkini til heimadystin í komandi viku, verða sett til sølu online í dag. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder