Arbeitt hevur verið við fyrireikingum at seta í verk skipan við bráðfeingis sálarfrøðiligari hjálp. Í ár varð peningur settur av at førleikamenna starvsfólk á Psykiatriska deplinum, sum skulu veita tænastuna, ið verður knýtt at Læknavaktini 1870.
Hetta merkir, at læknavaktin verður styrkt soleiðis, at starvsfólk við neyðugum førleikum at handfara sálarligar bráðstøður og at veita telefonráðgeving, verða knýtt at læknavaktini. Tá kunnu fólk, sum brádliga gerast illa fyri sálarliga, altíð ringja og fáa hjálp á jøvnum føti við fólk við likamligum sjúkum. Hetta er eisini í samsvari við tilmæli úr bæði heildarætlanini fyri sálarheilsu frá 2018 og heildarætlanini um rúsevnismisnýtslu frá mars í ár.
Grundarsteinurin í okkara heilsuverki er kommunulæknaskipanin, har serlæknar í almennum medisin arbeiða. Tað er í allar flestu førum hagar, fólk skulu venda sær, tá tey hava heilsuligar trupulleikar av einumhvørjum slagi. Tað er ein læknalig meting hjá kommunulækna ella læknavaktini, sum avger, hvørt sjúklingar hava brúk fyri meting ella viðgerð á sjúkrahúsi, uttan mun til um talan er um likamliga ella sálarliga sjúku.
Tað hevur verið eitt ynski frá m.a. sjúklingafeløgum, at læknavaktin hevur betri førleikar at taka sær av fólki, ið hava tørv á bráðfeingis sálarfrøðiligari hjálp, har tað viðhvørt er tørvur á longri samrøðum og metingum. Hetta verður gjørt nú við at styrkja læknavaktina við psykiatriskum førleikum.
Harumframt hevur landsstýrismaðurin í 2020 sett eina royndarskipan í verk, har ung og vaksin í aldrinum 15-35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi, kunnu ávísast til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Endamálið við hesi skipan er millum annað at fyribyrgja, at hesin málbólkur fær tørv á bráðfeingis sálarhjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald