Mentan

Árni Skaale flutti fram røðu á Grækarismessuhaldinum í Varpinum í Klaksvík.

.

2024-03-10 23:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Góðu fundarfólk
Hóast heldur tíðliga, fari eg kortini at ynskja tykkum øllum eina góða Grækarismessu.
Fyri 81 árum síðani fingu Gulu skótarnir í Havn, sum er Skótalið Sigmund Brestisson, eina áheitan. Tað var Sverri Patursson úr Kirkjubø, sum vildi hava teir at skipa fyri Grækarismessuhaldi. Sverri Patursson var so mangt, eitt nú var hann stórur fugla- og náttúruvinur.
Tað sum setti dám á haldið tá, er eins og í dag, náttúran. Við haldinum bera vit boð um várið, og somuleiðis eina kvøðu til fugla- og djóralív sum heild.
Vit halda okkum vera so modernaði og framkomin, nú tá vit tosa um burðadygd og náttúruverju. Men hjá skótunum eru hetta inngrógvin og sera gomul virðir. Heilt frá byrjan hevur aðaltátturin í skótafelagsskapinum snúð seg um kunnleika og alsk til náttúruna.
--
Vit hava søguligt tilfar um skótalív í Klaksvík, sum gongur heilt aftur til 1927. Tað fyrsta skótaliði kallaðist ”Nólsoyar Pálls Fylkið”. Onnur royndin er frá 1943. Hetta var ”Vágs Skótar Tjaldur, sum seinni bleiv til Skótaliði Nólsoyar Páls.
Tað eru í ár 80 ár liðin síðani Skótalið Nólsoyar Páls, formliga varð stovna, á Grækarismessu í 1944.
--
At vera heima, er fyri tey flestu ein góð kensla. At vera heima, er at vera har sum vit føla okkum væl, føla at vit hoyra til og føla at her kunnu vit slappa av.
Tað er fyri tey flestu av okkum, kanska heldigvís, soleiðis at heima, er tað staði sum vit helst vilja vera.
Men heima, er eisini «okkara heim», um tað kanska er okkurt sum ikki heilt gekst sum vit høvdu rokna við. Um tað vóru løtur ella hendingar sum settu djúp spor, ella upplivingar sum vóru tungar og avbjóðandi.
Vit mentust hóast alt, vit megnaðu kortini at standa á egnum beinum og hóast mótgongd fóru vit á flog og kendu at veingirnir bóru okkum.
--
Nógvir av fuglunum, sum hava Føroyar sum heim, møta stórum avbjóðingum. Vit kenna øll til hvussu skiftandi okkara veðurlag er, og vit vita at eitt ár kan vera nógv ørvísi, enn eitt annað ár. Men hesir fuglarnir hava tó Føroyar sum sítt heim.
Teir venda trúliga heimaftur ár um ár. Eisini hóast tað kostar teimum nógva orku og hóast tað ikki altíð er víst, at tað fer at vera eitt lætt og gott summar á hesum klettunum langt úti í Atlantshavinum.
--
Soleiðis er eisini lyndi í føroyinginum. Vit eru sum fólk sera flytfør, og vit fara ofta langt burtur.
Hóast vit sum tjóð eru fáment, møtir tú næstan altíð einum føroyingi, óðansæð hvar í heiminum tú ert.
Framsýni og áræði ger, at vit fara har, sum tað krevst fyri at náa teimum málunum, vit hava sett okkum. Men eins og fuglurin, bera vit alskin til land okkara í hjartanum, og Føroyar halda fram við at vera okkara heim.
-
Heimið er eisini nakað, vit vilja verja. Tá fuglurin hevur ungar, og vit koma ov nær, so er hann til reiðar at verja reiðrið.
Tað er hugtakandi at síggja Ternurnar skjóta seg, at hoyra tjøldrini klippa, og látast at vera særd, men renna undan, tá vit nærkast.
Skúgvarnir eru øgiligir, tá teir skjóta seg, og vit hoyra su’ið beint við, áðrenn teir venda, so teir ikki raka okkum. Onkuntíð snara teir ov seint. Eg havi sæð onkran fingið skeinu av skúgvi, sum plástur mátti setast á, tí tað bløddi.
--
Ein av okkara heiðafuglum, sum er sera støðufastur og heimkærur, er Tjaldrið. Tjaldrið kemur altíð aftur til reiðrið. Eisini um tað er tvørligt.
Ein søga er um eitt tjaldur, sum, vegna arbeiði við at spreingja eina grund, bleiv illa órógvað. Hóast arbeitt var við borði-útgerð og aðrari tungari útgerð, lá tjaldrið trúðliga á reiðrinum. Tá tað so skuldi spreingjast, vóru menn eitt sindur í iva um, hvat skuldi gerast við hetta tjaldursreiðrið.
Jú, avrátt var at leggja eina tryllubøru oman yvir, so at smásteinar ikki skuldu gera eggunum skaða, tá sprongt varð. Fari var so til reiðrið við eini tryllubøru, og sjálvandi fleyg Tjaldrið av. Tryllubøran bleiv hálvd omanyvir, og so bleiv spreingi-leidningurin rullaður út. Men áðrenn skotið gekk av, var tjaldri longu aftur hjá reiðrinum. Tað trokaði seg inn í millum trillubøru og svørin, og legði seg at verma eggini. So gekk skotið av. Eitt øgiligt buldur. Hvussu mundi nú standa til hjá tjaldrinum? Jú, teir lyftu tryllubøruni omanav, og har lá tjaldrið og vermdi eggini. Bæði egg og tjaldur høvdu tað gott, so eisini tað árið komu ungar undan í tí reiðrinum.
--
Ein onnur tjaldrus-søga er frá gransking, sum er gjørd í Stóra Bretlandi, sum gevur okkum eina heilt aðra fatan av Tjaldrinum, og sum setur tingini í eitt annað perspektiv.
Tjøldur liva í pørum, og ofta í pørum sum eru saman fyri lívið. Tað eru tó ávísar støður, sum kunnu gera at eitt tjaldur velur at giftast upp eftir.
Í einum øki, har nógv tjøldur reiðrast, hevur mann funnið útav, at tað er skil í, hvussu nær við, tey góðu støðini til mat, hvørt parið hevur reiður.
Tey, sum hava hægstu tygninga og eru best fyri, búgva í fyrstu rekkju. Tey, sum eru næstan líka byrg, og lættliga kunnu taka kappingina upp við tey í fyrstu rekkju, búgva beint aftanfyri í næstu rekkju. Soleiðis gongur tað so niðureftir. Tá vit koma út til rekkju 75 ella 100, eru vit komin væl longur frá tí góða matstaðnum. Her eru fuglarnir eisini mundi verri fyri. Onkur fjaðursárur er ímillum, serliga teir heilt ungu liggja uttaliga og langt frá føðini.
Men tað kemur jú fyri, at onkur fuglur doyr. Tá er onkur fuglur í eini rekkju langt afturi, sum far møguleika at flyta nakrar ella fleiri rekkjur fram. Tann møguleikan brúka teir, og fara frá makanum og giftist av nýggjum, í einum nýggjum varandi forholdi.
Granskingin vísir eisini, at tað kemur munandi meira undan hjá teimum fuglunum, sum búgva í fyrstu rekkju sammett við teir, sum búgva langt afturi í rekkjunum.
Hetta er gransking, sum mær vitandi ongantíð er gjørd í Føroyum. Uttan iva, eru tað fleiri viðurskifti í fuglaverðini – og helst djóraverðini sum heild – sum vit ikki kenna til fulnar. Tí er týdningurin av at granska, læra, virða og fara væl um náttúruna, enn sum áður sera tíðandi.
--
Flytifuglarnir koma nú aftur til heimlandið. Eitt land, sum kanska er soleiðis háttað, at teir flestu búgva í fyrstu rekkju. Tað er ongastaðni langt av fjallatoppi í fjøru. Her eru teir flestu í nøkulunda somu støðu. Stættarmunurin er kanska ikki so stórur sum aðrastaðni.
--
Eitt sovorðið samfelag er eins og tað samfelagið, vit eru partur av. Tað er ikki so langt frá teimum, sum eru í fremstu røð og øllum hinum, sum eisini eru partur av samfelagnum. Vit ynskja at øll fáa møguleikar at mennast og trívast, at virka og vera virkin. Vit ynskja eitt gott samfelag fyri allar føroyingar.
--
Skótarørslan hevur sum aðalmál at geva børnum og ungum ein mennandi felagsskap. Ein felagsskap, har tann einstaki trívist og mennist saman við sínum javnaldrum. Har ábyrgdin verður givin teimun ungu sjálvum at umsita, tó við stuðli frá vaksnum.
Vit ynskja, at tey gerast sjálvstøðugt hugsandi, tilvitaði um náttúruna, ærlig og álítandi. At tey gerast leiðarar og undangongufólk í okkara samfelagið.
Eg haldið at teir tímarnir og dagarnir vit sum vaksin leggja í okkara unga ættarlið, eru vælútgivnir. Tað fer at løna seg.
Eg vildi ynskt, og fari at heita á øll, um at luttaka í virksemi, sum eru okkara unga ættarliði at gagni. Tað verði seg í ítrótti, í samkomulívi, í ungdómsarbeiði ella hjá skótunum.
--
Sum sagt so eru tað 80 ár síðan SNP varð stovnað. Árini hava verið ymisk. Summi ár hava verið góð, og onnur minni góð.
Limatalið við ársenda 2023 er knapt 100 (94 er tað rætta talið), so tað er ikki so galið. Tó høvdu vit verið fegin, um enn fleiri vildu verið við. So tit eru altíð vælkomin uppí. Minst til, tað er ongantíð ov seint at byrja. Okkara stóra fyrimynd, Baden Powel, var ein 50 ára gamal unglingi, tá hann setti skótarnir á stovn, og hann helt á heilt til ellisár.
Eg fari at enda við einum ørindi úr einum skótasangi:
Hann eigur alla heimsins vón,
sum eigur sunna lund og sjón,
sum eigur dirvislit sum ljón,
og frameftir óræddur fer.
Øllum tí ringa bjóða vit av,
verja um arvin, Guð okkum gav,
ernir vit halda stav fyri stav
lyftið, ið skótin ber.
Eg fari at ynskja tykkum øllum eitt gott summar. Farið væl um okkara náttúru og farið væl við hvørjum øðrum.
Takk fyri, at tit lýddu á.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder