
Eyka aðalfundurin byrjaði við at landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen helt eina røðu. Gestarøðari varð Hallgerð Akursstein, sum greiddi frá hvussu grind hevði mynda hennara gerandisdag, síðan hon varð smágenta.
Í formansfrágreiðingini, tók Esmar Joensen saman um árið í fjør, m.a. at endiliga blivu nýggju stingararnir til springara ordiliga royndir, avbjóðingar viðv. at grindafólk blíva melda av aktivistum, og avbjóðingar við kvotu á springara.
Roknskapurin vísti eitt lítið hall, men orsøkin varð at okkurt gjald sum hoyrdi til árið, ikki kom inn, fyrr enn eftir at fíggjarárið varð liðugt.
Peningarøkilin nýtti høvið at minna á, at felagið hevði fingið nýggja talgilda limaskipan, og at tað varð umráðandi at skráseta seg av nýggjum umvegis heimasíðuna gmf.fo
Ein nevndarlimur og tveir varalimir stóðu fyri valið, her bleiv Tina Kajsdóttir vald í nevndina fyri Eyðstein í Løðu, sum ikki tók við afturvali. Tina skrivaði søgu herfyri, at verða fyrsta kvinna sum bleiv vald til grindaformann, og nú skrivar hon aftur søgu, við at verða fyrsta kvinna, sum tekur sæti í starvsnevndini í Grindamannafelagnum.
Esmar Joensen hevur siti sum formaður seinastu tvey árini, men orsaka av øktum arbeiðsbyrðum innanfyri annað felagsarbeiði, valdi hann ikki at átaka sær formanspostin komandi árið. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri Tóra Simonsen, sum hevur verði næstformaður/peningarøkil.
Nýggja starvsnevndin í Grindamannafelagnum er:
Formaður: Ragnar Jacobsen, Miðvágur
Næstformaður/peningarøkil: Bogi Hansen, Runavík
Skrivari: Esmar Joensen, Hvítanes
Varalimir:
Bjartur Tórhalsson, Vestmanna
Tina Kajsdóttir, Miðvágur
Tóri Simonsen, Hvannasund
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald