Vinna

Arctic Voyager bíðar á Vági

Arctic Voyager skal landa til Varðan Pelagic í annaðkvøld

2026-04-15 21:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er góður fiskiskapur eftir svartkjafti í løtuni, og Arctic Voyager gjørdi eisini skjótt av á seinasta túri. 

Tað gingu eitt døgn og 15 tímar frá tí teir loystu av Tvøroyri til teir komu á Vág.

Arctic Voyager hevur henda túrin fiskað 1300 tons av svartkjafti, og sleppa teir at landa til Varðan Pelagic í annaðkvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder