Vinna

Arctic Viking siglir heim úr Barentshavinum

.

2024-09-28 21:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Arctic Viking siglir heim úr Barentshavinum, teir rokna við, at verða á Klaksvík týskvøldið.

Teir loystu úr Tromsø 6. august og hava fiskað rækjur í russiska økinum av Barentshavinum.

Teir hava 370 tons inni, teir brutu túrin av, tí skipið skal fiska toskakvotuna upp áðrenn ársskiftið.

Tað eru 17 mans við hendan túrin, skipari er Heri Thomssen.

Arctic Viking skal landa rækjurnar í Klaksvík, síðan skal riggast til at fara til toskafiskiskap, teir fara nýggjan túr so skjótt sum møguligt.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder