Vinna

Arctic Viking siglir heim

Arctic Viking, sum fór avstað 2. september, siglir heim úr Barentshavinum, við fullari last av heysaðum toski - góð 600 tons.

2023-10-30 20:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Teir verða væntandi á Klaksvík mikukvøldið, tað eru 19 mans við, skipari er Niklái Petersen.

Arctic Viking skal landa í Klaksvík, teir fara so at taka útgerð til nýggjan túr, væntandi fara teir avstað aftur um vikuskiftið ella fyrst í komandi viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder