Vinna

Arctic Viking landar í Tromsø

Arctic Viking kom til Tromsø fríggjadagin við 500 tonsum av rækjum, sum teir landa har í dag.

2023-05-23 21:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Arctic Viking fór úr Føroyum 8. apríl, teir hava havt góðan fiskiskap.

Tá ið liðugt er at landa, og teir hava tikið útgerð til komandi túr, seta teir kós aftur í Barentshavið.

Teir vóru 17 mans við hendan túrin, skipari var Esmar Petersen.

Nú tá ið farið verður avstað aftur skifta 10 av manningini við 10 nýggjar mans, sum koma til Tromsø úr Føroyum.

Esmar verður aftur skipari komandi túr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder