Vinna

Arctic Viking er farin nýggjan túr

Arctic Viking fór nýggjan túr, í gjárkvøldið, í Barentshavi at fiska tosk, seinasta túr fiskaðu teir rækjur, tá gjørdu teir ein góðan túr, teir landaðu rækjurnar í Tromsø.

2023-09-03 10:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú fara teir at fiska tosk, skiparin - Niklái Petersen - segði við okkum á JN.fo í gjárkvøldið, at teir kunnu fiska, bæði við Svaldbard, í norskum sjógvi og í russiskum sjógvi, hann helt at teir fyrst fóru til Svaldbard

Teir loystu tíðliga í gjárkvøldið og eru nú komnir norður ímóti føroyska markinum norðanfyri.

Manningin telur 20 fólk - 1 kvinna og 19 mans - skipari er Niklái Petersen.f

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder