Politikkur

Arbeiðsmarknaðurin og tillagað starv

Arbeiðsmarknaðurin hevur stóran tørv á arbeiðsmegi og arbeiðsloysið er met lágt.

2022-11-29 17:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fara vit at keypa brennievni á bilin, tosa vit mangan annað mál enn føroyskt, og tað síggja vit eisini í øðrum vinnugreinum. Fleiri av hesum eru komin gjøgnum fast truck skipanina, og tað er sera gott, vit høvdu verið illa stødd uttan hesi.


Tað er at gleðast um, at tað er arbeiði til allar hendur, á tann hátt eru vit betur fyri enn flest allar tjóðir, vit vanliga samanbera okkum við.


Men hóast hetta er tað ein bólkur av borgarum, sum ikki er á arbeiðsmarknaðinum, men sum í mongum førum kundi farið til arbeiðis í morgin, um tað stóð upp til tey. Nógv høvdu klárað ein fullan arbeiðsdag, onnur parttíð, tað eru tey, sum hava tørv á tillagaðum starvi.


Ta vælveru, tað nøgdsemi, sjálvsálit og innihald, tað gevur at hava eitt starv, og ta sjálvfylgju vit taka tað fyri, er ikki galdandi fyri øll í samfelagnum.


Virki og stovnar, sum hava eitt rúmligt arbeiðspláss, hava rós uppiborið. Vit eiga at heita á enn fleiri virki at hava pláss fyri fólki, sum hava tørv á tillagaðum starvi.


Skipanin innan Almannaverkið er stirvin, at gera smidligar loysnir innan økið er nakað, vit fara at virka fyri.


Jann Johannesen

Valevni hjá Miðflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder