Tað er at gleðast um, at tað er arbeiði til allar hendur, á tann hátt eru vit betur fyri enn flest allar tjóðir vit vanliga samanbera okkum við.
Men hóast hettar er tað ein bólkur av borgarum sum ikki er á arbeiðsmarknaðinum, men sum í mongum førum kundi fari til arbeiðis í morgin, um tað stó upp til tey, nógv høvdu klára ein fullan arbeiðsdag, onnur parttíð, tað eru tey sum hava tørv á tillagaðum starvi.
Tað vælveru, nøgdsemi, sjálvsálit og innihald tað gevur at hava eitt starv, og tað sjálvfylgju vit taka tað fyri, er ikki galdandi fyri øll í samfelagnum.
Virki og stovnar sum hava eitt rúmligt arbeiðspláss hava rós uppiborði, vit eiga at heita á enn fleiri virki at hava pláss fyri fólki sum hava tørv á tillagaðum starvi.
Skipanin innan Almanaverkið er stirvin, at gera smidligar loysnir innan øki er nakað vit fara at virka fyri.
Jann Johannesen
Valevni hjá Miðflokkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald