Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í september, sum svaraði til 256 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 210 fulltíðararbeiðsleysum.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur hendan mánaðin. Í september vóru 318 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 84 fleiri enn í september í fjør.
Arbeiðsloysið vaksið hjá monnum
Í september vóru 153 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 0,9 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið á sama støði sum í fjør við 0,7 prosentum. í September vóru 103 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, sum eru 10 fleiri enn í fjør.
Arbeiðsloysið hægst í Suðuroyar øki
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir øki. Í september var arbeiðsloysið størst í Suðuroyar øki við 1,2 prosentum, sum er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað í fjør. Sandoyar øki hevur minsta arbeiðsloysið við 0,4 prosentum, sum er 0,5 prosentstig lægri enn í fjør. Í Vága øki er arbeiðsloysi harafturímótið vaksið 0,8 prosentstig samanborið við september í fjør, tá tað var 0,2 prosent.
Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
Størst arbeiðsloysi millum tey 25 til 34 ára gomlu
Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,3 prosent arbeiðsleys í september. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 45 til 54 ára gomlu og 55-66 ára gomlu við 0,7 prosentum.
Tólv prosent eru langtíðararbeiðsleys
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í september vóru 40 persónar ella 12,6 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tíggju persónar fleiri eru langtíðararbeiðsleysir í september í ár samanborið við í fjør. Størsti bólkur av teimum arbeiðsleysu í september høvdu verið arbeiðsleys millum hálvt og heilt ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald