Lýsing

Arbeiðsfólk til Sørvágs kommunu

Sørvágs kommuna søkir eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.Arbeiðsfólki skal fyri tað mesta arbeiða innan viðlíkahald, reinhald og fríðkan av kommununi, umframt kavarudding og salting.

2023-07-25 08:00 Author image
-
placeholder

Vit vænta av tær at tú:


  • Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.
  • Hevur góð samstarvsevnir.
  • Klárar at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Dugir væl at loysa uppgávur.
  • Hevur eyga fyri umhvørvinum.

Setanartreytir:


Starvið er tímalønt og setanarviðurskiftini og løn verða sambært sáttmála millum KAF og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan mánadagin 23. august 2023 kl. 12 00 og skulu sendast til:

Sørvágs kommunu, Varðagøta 8, 380 Sørvágur ella [email protected].

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til arbeiðsformannin á tlf. 233214.

 Í Sørvágs kommunu eru bygdirnar Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines.

           

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder