Vinna

Árant á Mýruni er føroyameistari hjá monnum í badminton

Finalan millum Jónas Djurhuus og Árant á Mýruni, sum varð spæld seinnapartin í dag í høllini á Hálsi, gjørdist sera spennandi.

2023-04-15 16:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrsta sett vann Jónas, Jónas byrjaði eisini væl uppá 2. sett, men so kom Árant rættuliga fyri seg og vann, soleiðis at støðan gjørdist 1-1.

Í 3. setti byrjaði Árant sera væl og kom uppá 11-1, men Jónas svaraði aftur, men tá var ov seint - Árant vann tryyggan sigur og endarvann FM-heitið. Sera spennandi dystur hjá Jónas og Árant.

Hjartaliga tillukku Árant.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder