Mentan

Andakt, tað eyðmjúka staði

Gud veitir hinum eyðmjúku náði.

2024-11-11 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein faðir sat og tosaði við lítlu dóttir sína. Til stuttleika spurdi hann gentuna, um hon visti, hvat tað er at anda; hann hugsaði um orðíni, at bønin verður nevnd lívsandadráttur hins kristna. Hon hugsaði seg um eitt bil, so helt hon fyri: Ja, pápi, tað er soleiðis – hon dró andan heilt djúpt -; fyrst verður ein so stór og so verður ein so lítil! - Ta var nú hennara frágreiðing!
Tað er í heilatikið galdandi við atliti til okkara, tá ið vit taka ímóti kristna boðskapin; fyrst gerast vit so stór, og so gerast vit so lítil! Kanska er raðfylgjan ein onnur: fyrst lítil – og so rík! Nøkur verða sligin til jarðar. Áðrenn tey vita av tí, eru tey í syndaneyð; og so leita tey til krossin og finna miskunn, og síðan kunnu tey í tí dagliga siga: Eg eri ein syndari, men eisini ein trúgvandi.
Onnur vera drigin av ljósinum og reinleikanum og kraftini. Hann kallaði á okkum, og vit fylgdust í frástøðu. So kom ein dagur, tá ið vit sum Pætur lógu á knæ við sjóvarmálan, oyst undir av góðsku og ríkidømi hansara, og søgdu: Harri, far frá mær, tí eg eri ein syndigur maður. Men innast inni rópti hjarta okkara, eins og hjørtur tráar eftir vatni, tá ið hann er tystur. Rek meg ikki frá tær, tak ikki anda tín frá mær.
Raðfylgjan kann vera ymisk. Men tað er nakað, ið er felags fyri alla sanna móttøku av evangeliinum, at hetta dupulta er tilstaðar. Guð eyðmýkir okkum við náði síni, og Guð veitir teimum eyðmjúku náði. Guð boyggir okkum fyri at bjarga okkum. Og Guð boyggir seg niður og kallar á okkum. Guð heldur okkum niðri og heldur okkum uppi um somu tíð.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder