Ítróttur

U16-kvinnurnar hava leikt tveir venjingardystir um vikuskiftið

.

2026-06-15 09:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 HSF skrivar:


U16-kvinnur: Greiður sigur á Íslandi í fyrra dystinum
Føroysku U16-kvinnur spældu ein góðan vinardyst móti Íslandi í dag. Eftir nakað av spenningi um miðjan seinna hálvleik, vunnu Føroyar greitt tá tað kom til stykkis, 33-27, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 18-14 í hálvleikinum. Sigrið Hansdóttir var stóri leikarin í dystinum við heili 15 málum.
Føroyar spældu ein fínan fyrra hálvleik, og vóru á odda so at siga allan hálvleikin. Sigrið Hansdóttir var, sum væntað, berandi í føroyska álopinum, og vísti hon sínar dygdir frá byrjan og gjørdi fyrstu 5 málini hjá Føroyum. Hon gjørdi heili 8 mál í teir góðu 15 minuttirnar, hon var inni í fyrra hálvleiki. Munurin var bert eitt mál, 7-6 til Føroyar, eftir 15 minuttir, men vístu okkara eisini breidd og øktu um leiðsluna fram til hálvleiks. Álopsspælið var tolið, væl sett upp og komu okkara til góðar málmøguleikar í flestu álopunum. Hálvleiksstøðan var 18 – 14 til Føroyar.
Føroyar skiftu til 5-1 verju í seinna hálvleiki, men hepnaðist tað ikki so væl. Rúmini blivu ov stór á bakkunum, har okkara ikki megnaðu at halda støðunum ein móti einari. Ísland minkaði um munin, og um miðjan hálvleik var bert eitt mál á muni og føroysku venjararnir máttu taka leikbrá. Ov nógvar villur og brend skot vóru hesa løtuna. Okkara strammaðu tó í aftur seinastu 10 minuttirnar og øktu aftur um leiðsluna til endaliga úrslitið 33-27.
Dystirnir hetta vikuskiftið eru liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður leikt í Føroyum, Við Tjarnir, dagarnar 27. – 29. november. Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Turkalandi og Ísrael.
Seinni vinardysturin millum Ísland og Føroyar verður í morgin kl. 14.30, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast her: Spiideo Play
Málskjúttar hjá Føroyum:
Sigrið Hansdóttir 15
Fía Nolsøe 5
Olivia Kristiansen 4
Aibritt á Plógv 2
Hanna Thomsen 2
Andrea Heinadóttir 2
Gyða Beata Djónadóttir 1
Poulina á Heygum 1
Súnfríða Zachariasen 1



U16-kvinnur: Ísland munin í seinna dystinum
Eftir 6-máls sigur til Føroyar í gjár, hevði Ísland munin í dag í seinna U16 vinardystinum millum Ísland og Føroyar. Ísland vann tepurt, 27-26, eftir at hálvleiksstøðan var 12-12.
Føroyar fingur aftur dag eina fína byrjan uppá dystin og vóru omaná 4-1 eftir 5 minuttir. 15-málskjúttin frá í gjár, Sigrið Hansdóttir, legði eisini hart út og gjørdi tey fyrstu trý málini hjá Føroyum. Føroyar vóru frammanfyri, men ernaðust tær íslendsku so líðandi og komu uppá javnt um miðjan hálvleik. Liðini skiftust síðani um at hava leiðsluna fram til hálvleiks, tá tað var púra javnt, 12-12. Føroyska spælið var sum heild í lagi, men vóru heldur nógvir málmøguleikar brendir og somuleiðis nakrar tekniskar villur.
Seinni hálvleikur minti um fyrra. Føroyar fingu betri byrjanina, men komu Ísland afturíaftur. Eins og í gjár vardu okkara 5-1 frá byrjan í seinna hálvleiki og hepnaðist heldur betri í mun til í gjár. Hinvegin var nakað av órógv í álopinum, har tað vóru nógvar skiftingar og funnu okkara ikki heilt rútmuna. Liðini skiftust eins og í fyrra hálvleiki um leiðsluna, men koppaði til endans til Ísland, sum vann 27-26.
Næsta uppgávan hjá Føroyum verður European Open fyrst í juli. Venjararnir hava arbeitt við einum breiðum hópi og verða eisini nakrar útskiftingar í hópinum til tað kappingina. Føroyar og Ísland hava nú møtt hvørjum øðrum fýra ferðir, og hava Føroyar vunnið tríggjar ferðir og Ísland einaferð. Liðini møtast aftur til EM-undankappingina, sum verður leikt í Føroyum, Við Tjarnir, dagarnar 27. – 29. november. Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Turkalandi og Ísrael.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Sigrið Hansdóttir 17
Súnfríða Zachariasen 2
Olivia Kristiansen 2
Gyða B. Djónadóttir 1
Hanna Thomsen 1
Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal 1
Sofía Bárðardóttir 1
Nana Yaa Deku 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder