2026-09-13 16:15
Tað er ikki til at skilja, at nakar kann vera ímóti, at børn og ung skulu læra nøkur skriftstøð og nøkur sálmavers uttanat. Kann vera, at tey ikki altíð skilja alt. Ofta skilja tey meira, enn vit framman undan halda. Men í hvussu er so sita í dag mong gomul, ið eru takksom fyri, at tey lærdu so nógv, sum tey gjørdu, meðan tey kundu. Nú hava tey eina goymslu haðani tey kunnu taka fram nýtt og gamalt til hjálp í røttum tíma.
Jesus fór inn fyri at verða hjá teimum, stóð yvir seingini hjá gomlu konuni. Tað er eitt gott orð. Ikki bara tað kvøldið í Emmaus var tað galdandi. Orðið er støðugt í gildi.
Vit koma lættliga bara at stara eftir mongdini av tí, vit hava at gera og dagsins hørðu krøvum. Sálafíggindin er til arbeiðis fyri at magnetisera okkum, so at eygu okkara reika runt og sinni okkara gerst mótfallið. Men Guð svíkir ikki síni. Tað er altíð ein, sum kemur. Hann veit, hvat vit treingja til. Av tí at hann situr við Guðs høgru hond, kann hann ganga okkum til handa, um tað sær nokk so óframatkomiligt út. Hann verður hjá okkum við orði sínum, tí orði, sum ongantíð svíkir.
Jú, hon hevur rætt, hin gamla konan. Ein trúgvandi kristin er ofta í einingi, men ongantíð einsamallur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald