Ítróttur

Gunnar klárur til 90 minuttir afturat

Hann hevur spælt hvønn minutt higartil í UEFA Nations League, og hóast eina harða dystarskrá og eina langa ferð til Kasakstan, er Gunnar Vatnhamar klárur til ein dyst afturat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-04 20:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Eftir eina langa ferð úr Føroyum umvegis Keypmannahavn lendi føroyski hópurin seint leygarkvøldið í kasakiska høvuðsstaðnum Astana, har fjórði dysturin í hesum UEFA Nations League umfarinum verður spældur týsdagin klokkan 15:00 á Astana Arena.

Ferðin og tættpakkaða dystaskráin seta sjálvandi síni krøv. Fýra dystir upp á ellivu dagar er nógv fyri allar spælararnar, men fyri Gunnar Vatnhamar hevur arbeiðsbyrðan verið heilt serlig. Verjuskansin hevur verið á vøllinum allar minuttirnar í teimum trimum dystunum higartil, og hevur verið ein av hornasteinunum í føroysku verjuni.

Kortini er eingin ivi at hóma hjá 31 ára gamla miðverjanum. Í samrøðu við FSF Varpið sigur Gunnar Vatnhamar, at kroppurin hevur tað gott, og at hann er til reiðar til 90 minuttir afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder