Versið er úr einum av prædikutekstunum í føstuni. Og hesin orðadráttur, henda trætan, er ikki tagna enn. Tað er, sum um hon als ikki kann halda uppat, men skal halda fram, so leingi vit eru á hesi fold. Vit gerast ikki klókari. Hóast vit eins og teir fyrstu lærusveinarnir hava hoyrt, hvat Jesus segði, og sæð, hvat hann gjørdi, og fullvæl vita, at tað ræður um at vera lítil og vilja tæna øðrum og verða til gleði og signingar, so at tað aftan á verður takkað okkum, har vit hava verið, halda vit kortini fram at hugsa, at tað størsta má vera at vera stórur.
Vit læra børn okkara tað sama, frá tí tey eru smá. Tey skulu kunna vísa, hvussu stór tey eru, tá ið vit biðja tey um tað, og so rætta tey armarnar upp í loft fyri at gera seg uppaftur størri, enn tey veruliga eru. Og orka vit vaksnu ikki at leggja eina alin afturat okkara egna vøkstri við at gera okkum sjálv størri, royna vit at náa sama úrslit við at gera onnur minni. Á ymiskan hátt royna vit at trýsta tey niður. Hví? Tí vit vilja vera størri.
Hvør er tað, ið hevur sagt, at hin kristni vøksturin líkist gularótavøkstri. Okkara veruligi stórleiki er bara tann, ið er fjaldur. Í Guðs ríki skulu vit vaksa niðureftir fyri at sleppa uppeftir. Eingin røkkur hægri enn tann, ið nígur. Tað er bara ein, ið skal vera stórur. Tí hann er stórur. Tá ið vit onnur vilja vera tað, gerast vit altíð til láturs fyri menniskjum, til skomm fyri Guði og til ógagns fyri okkum sjálv.
John Myllhamar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald