Mentan

Andakt á páskum

”Á triðja degi staðin upp frá deyðum”

2022-04-17 08:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Páskir


Á triðja degi staðin upp frá deyðum”

Hesi orð eru ein liður í aðru trúargrein, sum vit játta, tá ið vit koma saman til guðstænastu. Uppreisnin er Guðs avbjóðing til heimin. Teir løgdu eitt lík í grøvina, rullaðu stóran stein fyri gravarmunnan, festu innsigli á steinin og settu hermenn, útvaldir av hægsta mynduleika, at verja líkið og grøvina og steinin og innsiglið. Betri trygd og sterkari verja fanst ikki.

Men stríð til onga nyttu; tríggjar dagar seinni sprongdist grøvin. Tá varð mikil landskjálvti og vaktarmenninir skulvu av ræðslu og vóru sum deyðïr. Jesus reis upp. Deyðin orkaði ikki at halda sínum fongi, men mátti sleppa takinum.

Eingin hevur sæð uppreisnini. Hon er sum alt annað í Guðs húsarhaldi ikki nakað fyri tankar og prógv. Hon er nakað fyri trúnna, og er prógva av monnum við trúvirði. Men hin upprisni fór ikki til Kajfas og Pilatus at prógva sín sigur, óiva tí tað hevði ikki nytta tað stóra. Bara tann, sum møtir hinum upprisna í trúgv og við játtan, skilir boðskapin um uppreisnina.

Uppreisnin er tað grundleggjandi í boðskapinum hjá tí fyrstu kristnu kirkjuni. Hon var alt, tí tey livdu lív sítt og stríddu teirra stríð í ljósinum frá teimum strálum, sum lýstu út úr tí sprongdu grøvini. Lívsins fúrsti sló í hel, søgdu tey við tað høga ráðið, men Guð reisti hann upp. ”Kristus er hann, ið deyður er, ja, nógv meira, sum eisini er risin upp.” skrivar Paulus.


Uppreisn Jesu ER tann kristna trúgvin. Uttan hana hevði kristindómurin ikki verið til. Kann vera, at nøkur av teimum sum hildu við persónurin Jesus og upplivdu hendingar við honum, høvdu minst til hann í eina tíð, men ikki leingi. Tað endaði við ósigri, tá ið Jesus varð krossfestur sum brotsmaður. Frá hesum perspektivi var krossurin eitt tekin um tap.

Men við uppreisn Jesu varð hetta broytt til eitt sigurstekin. Sjálvt í avmaktini opinberaði Guð sína almakt, so at einki menniskja í síni avmakt skuldi kenna seg svikið av honum.

Uppreisnin er Guðs áminning um, at hann fær seinasta orðið. So langt fekk menniskjan loyvið at fara, at hon slapp at sláa naglar gjøgnum Jesu hendur og føtur og soyma hann til krossin. Men út yvir hetta, á hinari síðuni, er tað Guð, ið hevur orðið.

Tað slepst ikki uttan um hin upprisna. Honum hava við meira brúk fyri enn fyri nøkrum øðrum á foldum. ”Eg livi, og tit skulu liva” segði Jesus hitt seinasta kvøldið. Og tey trúgvandi kristnu svara við tøkk fyri uppreisnarsigurin:

Syngið hátt nú, brøður:

Grøtt er syndasár,

Jesus er vár bróðir,

Guð er vinur vár!

Kristus er uppstaðin!”

ljóðar heilsan blíð;

Jesus, sum var deyður,

livir alla tíð!


Gleðiliga høgtíð


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder