Vit eita nøvn
“Eg nevni teg við navni, tú ert mín” Jesajabók 43
Tá ið vit koma á tal við eitt menniskja, sum vit ikki kenna, spyrja vit: ”Hvussu eitur tú?“ Og so fáa vit navnið at vita. Øll hava vit eitt navn, soleiðis hevur verið frá tíðarinnar morgni. Guð gav fyrsta menniskjanum á jørðini navnið Ádam, og kona hansara fekk navnið Eva.
Man nakar av okkum vilja eita eitt nummar heldur enn eitt navn? Hugsi ikki. Og so er tað kortini á okkara døgum, í mongum føri, vorðið soleiðis, at eitt persónstal hevur fingið størri týdning enn navnið. Kemur tú inn á ein stovn, til lækna, á sjúkrahúsið og aðrastaðni, verður fyrst spurt um títt persónstal, áðrenn talan er um navnið, kanska nýtist tær als ikki at nevna navn títt.
Kendi ein mann, sum hevði sitið í fongsli fyri eina illgerð, hann hevði framt. Frá menniskjum vantaði hann onga fyrigeving, heldur sá hann fyri sær peikifingrar, tá ið hann einaferð varð latin leystur. Men tað var ikki hetta, sum hann tók sær mest nær, tí hann hevði fingið fyrigeving frá Guði fyri ta gerð, ið hann hevði gjørt, so var alt annað av minnið týdning.
Tað, sum nívdu hann mest í fangahúsinum, var, at har tóku tey navnið frá honum og góvu honum eitt nummar, eitt fanganummar, í staðin, soleiðis, at hann ongantíð var nevndur við navni í fongslinum. ”Tað fór sum ein hvøkkur gjøgnum meg, hvørja ferð fangavørurin rópti eftir mær: Nummar 18! Tað kendist sum mín samleiki varð gjørdur til einkis, tí eg eiti ikki eitt tal, eg eiti ikki átjan, men eg eiti eitt navn, tað navnið, sum foreldur míni góvu mær, tá ið eg var doyptur.”
Navnið hevur allan týðning í lívi okkara.
Men samfelagið hevur broytt seg so, at vit meira og meira eu gjørd til eitt teldunummar, eitt persónstøl, eitt anonym objekt í einari øðiligari mongd. Talið á djórinum í Opinberingini, hvat tað so annars merkir, og sum øll menniskju ein dag vera tvingað at bera á sær fyri at kunna vera til, er krevjandi, bindandi og ræðandi.
Á slíkan hátt møtir Jesus okkum ikki. Í tí ófatiligu mongd í himnarúmd, í eini óteljandi mannfjøld, sær hann hvørt einstakt menniskja, og nevnir tað við navni sum nakað serstakt, ólík, virðismikil. Tí kennist hansara róp ikki eins og, tá ið ein fangavørur rópar nummarið á ein fanga. Men hansara rødd´er ein faðirødd, sum rópar barn sítt og nevnir tað við navni.
Guð brúkar ikki tøl, tá ið hann talar á okkum. Nei: ”Eg nevni teg við navni, tú ert mín”, sigur hann. Jesus nevndi menniskju við navni, ja, og so brúkti hann ikki bara fornavnið, men eisini eftirnavnið. Tá ið hann møtti Símun Pæturi eftir páskamorgun, nevndi hann fulla navn hansara: Símun Jónasarson elskar tú meg …? Og tá ið hann var risin upp frá deyðum, og hitti Maria Magdalena úti við grøvina, nevndi hann hana við navni: Maria!
Tað kennist trygt og virðiligt, at Jesus nevnir teg og meg við navni. Og í Halgubók lesa vit, at nøvn teirra kristnu hevur Guð skrivað í lívsins bók.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald