Páskirnar eru í hondum. Hetta versið er tikið úr tí høpi, har Paulus skrivar um, at Kristus við enda tíðarinnar hevurlagt allar fíggindarnar undir føtur sínar. Hvørt vald og hvør mynduleiki og megi, sum eru alliera við syndini og tí ónda, eru fyri Guði fíggindaliga sinnað vald, sum vinnast skal á og gerast óskaðiligt, og tað skulu tey verða. Tað er eisini galdandi tað vald, ið er lívsins størsti fíggindi, deyðin.
Men hann kemur seinastur í røðini, skrivar Paulus. Vit skulu hava hann at togastogberjast við, so leingi henda gamla jørð er til. Hvussu ofta hava vit ikki sæð henda fígginda sigra á onkrum, vit hildu av, ofta brádliga áðrenn vit vistu av, og eisini við sínum spakuliga virkandi kvørkrataki. Deyðanum tapa vit øll fyri fyrr ella seinni. Men einaferð verður tað hann, ið verður minni maður. Tá ið Jesus kemur aftur, skal eisini hann fáa tað, sum hann eigur, verða fingin av vegnum. Ein prestur tekur soleiðis til: ”Deyðin skal liggja kropin saman við føtur hansara sum ein avvápnaður fíggindi, ið er gjørdur óskaðiligur, og vit skulu sleppa at triumfera yvir honum, á sama hátt sum Jesus sjálvur gjørdi páskamorgun!”
Í hini ævigu sæluni skal ikki vera sorg, ikki heldur skríggj ella pína; tí deyðin skal ikki vera longur, hann verður rætt og slætt tikin av. Hann hevur einki at gera longu, tá ið syndin ikki longur hevur vald. Løgið at hugsa sær, at allar tær lívsfíggindaligu maktir, sum vit her dragast við og so títt liggja undir, skulu gerast til einkis, tá ið Guðs tími er komin. Jesu Kristi sigur páskamorgun skal umfata alt. Tað er einum góðum Harra, ið tey kristnu tæna, og, sum tey trúgva á; hann gevur teimum lut í sínum sigri.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald