Mentan

Andakt - Men hann segði: kom

”Men Pætur svaraði honum og segði: ”Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum. ”Men hann segði: ”Kom!” Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi ....” Matteus evangeliið kapittul 14

2022-01-26 10:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Men hann segði: kom!


Men Pætur svaraði honum og segði: ”Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum. ”Men hann segði: ”Kom!” Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi ....” Matteus evangeliið kapittul 14


Prædikuteksturin komandi sunnudag er um, tá ið Jesus kom gangandi til lærusveinar sínar eftir vatninun. Bæði guðfrøðingar og guðloysingar hava gjørt nógvar burturtulkingar og skemt burtur úr hesi frásøgn, tí, sum teir siga: eingin kann ganga eftir vatni. Nei, natúrliga skili skilir hetta ikki, og tí er hetta fyri teimum láturligt og bara eitt ævintýr um spøkilsi í náttarmyrkri.

Men fyri trúnna er hetta einki merkiligt. Hann, sum skapað hevur bæði hav og land, kann bera seg at, og gera sum hann vil við tað, ið hann sjálvur eigur, og sum hann sjálvur hevur gjørt.

Jesus hevði verið í einsemi uppi í fjøllunum, óiva í sínum loynikamari, og tosa við himmalska faðir sín. Men har uppi hevði hann kortini ikki gloymt vinir sínar, men fylgdi við teimum meðan teir baldust í illveðrinum úti á sjónum. Tað var ringur sjógvur og aldurnar hálvdu seg inn yvir bát teirra.

Eins og Jesus fylgdi við vinum sínum á Genesaretsjónum, hava mong onnur, bæði kvinnur, menn og børn, gjøgnum tíðirnar staðið á landi og fylgt við bátum, sum stríddu seg gjøgnum streingir og íður. Tey bóðu fyri sínum kæru, at teir máttu náa at støð og í havn.


At vera kristin er ikki at hava eitt trygdarprógv, sum tryggjar móti lívsins stormum, men tað er at hava frið við Guð í lívsins stríði. Ein føroyskur sjómaður segði einaferð, at honum sum ungur á fyrsta túri il skips, ikki dámdi í illsligum veðri at standa á kagi frammi á bógnum á sluppini. Hann bað tí faðir sín, ið var skipari, um at sleppa frá hesum. Nei, segði faðir hansara, men eg skal standa hjá tær.

Orð Harrans stendur enn fast: Jesus hevði ikki gloymt lærusveinar sínar. Hann kom til teirra, hann kom heldur ikki ov seint, tað kemur hann ongantíð. Og tær høgu bylgjurnar kunnu ikki steðga honum. Men hví hann drálar skilja vit ikki. Alt sær øðrvísi út frá hansara sjónarmiði, og tá kann henda at bíðitíðir gerast búningstíðir. Tað er ikki revsing, men uppaling.



Men tíðum eina mín bátur er

í ódn, og eingin er skái,

ei gjøgnum sjórokið vitin ber,

eg onga landkenning fái;

mín bátur riðar á brotum tøttum,

tá kemur Jesus á aldrum brøttum

um liðið er at síðstu økt.



Eitt annað er av týðningi at leggja merki til í dagsins teksti, og eigur ikki at verða misfatað. Tað er, tá ið Pætur stígur út um stokkin, og gongur eftir vatninum móti Jesusi.Tað merkir ikki, at so kunnu vit eisini fara til gongu eftir vatninum ella sjónum. Tað sigst at onkur hevur roynt hetta, men tað miseydnaðist. Hví miseydnaðist tað? Tí orði, sum Jesus segði við Pætur varð ongantíð sagt við hesi: ”KOM!” Tá ið hann ikki biður okkum koma, skulu vit heldur ikki fara. Men hevði Jesus sagt við okkum: KOM! tá er óneyðugt við fátrúna og at ivast.Tá kundu vit trygt stíga út av bryggjuni og ganga eftir sjónum, og havið gerst fast undir føti.

Við egnum mátti og royndum uttan orð hansara: ”KOM!” vera vit til skammar og søkka. Pætur vendi eygum sínum frá Jesusi og móti bylgjunum, og tá bar ikki til longur, og hann mátti rópa: ”Harri, bjarga mær!”

At hava eyguni vend móti Jesusi, bæði tá ið gøtan liggur ljós og greið, og, tá ið lívsins stormar herja á, ber altíð í trygga havn.


John S. Myllhamar


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder