Mentan

Andakt - Lyftini kunnu ei svíkja

”Tí at um so fjøllini vikast, og heyggjarnir ridla, skal tó kærleiki mín ikki frá tær víkja og friarsáttmáli mín ikki gretta, sigur Harrin, miskunnari tín” Jesaja 54

2024-04-29 10:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Av og á hoyra vit um jarðskjáltar og eldgos, um tsunami ir, ið hava rakt lond sera meint. Eisini í Føroyum hendir tað seg, at náttúran ger um seg, at bergini ikki halda, men grót í milliónatonsatali rennur í havið og kend støð og gamlar fuglarøkur hvørva í havdýpið. Fyri stuttum hendi eitt slíkt stórt berglop í Skúvoy.

Tá ið tað óvikandi í Guðs kærleika og æviga varandi trúfesti hansara skal lýsast, er altíð torført at lýsa ella finna myndir, ið eru nóg góðar; tí sjálvt tað mest støðuga og trygga, vit kunnu hugsa okkum her á jørðini, er ov óstøðugt og skiftandi til at fortelja okkum um nakað, ið er ævigt. Og tað er jú hetta, Guðs kærleiki og lyftir eru. Tey broytast aldri. Tað kann enn ikki hugsast nakað, ið kann broyta tey.

Tá ið Guð einaferð hevur gjørt sáttmála við okkum á halgu skírnarløtu og av egnum fríum vilja tilsagt okkum, at vit mugu vera børn hansara og hava lut í øllum tí, Jesus hevur vunnið okkum við líðing, deyða og uppreisn síni, so heldur tað fram at verða galdandi. Hann gjørdi ikki sáttmála sín við okkum vegna tað, vit hava uppiborið ella eru verd, soleiðis at hann kann siga hann upp aftur, tá ið vit ikki longur eru so góð, sum vit vóru ta ferðina; men hann beyð okkum henda friðarsáttmála, tí hann við síni yvirflóð av góðsku ikki kundi lata vera. Fyri sína egnu skyld mátti hann gera tað, og so leingi heita góðska hansara er sum hon var tá, má sáttmáli hansara eisini frá hansara síðu vera óvikandi.

Tí kann tað ikki vera Guðs skyld, um tað kortini endar galið hjá okkum, og vit ikki fáa alt tað at eiga, sum vit eru skrivað sum arvingar til. Tað eru bara vit, ið kunnu spilla alt fyri okkum sjálvum. Guð heldur altíð fram at vilja, tað hann einaferð vildi; men um vit als ikki koma har til at vilja, ja, hvat so?


Himmal og jørð kann brenna,

bergið í havið renna,

men tann, sum trýr, skal kenna:

lyftini vikast ei!


Edmund í Garði týddi versið eftir Lewi Pethrus

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder