Mentan

Andakt - Hin burturfarni ”... men eingin gav honum nakað” 

 Evangeliið eftir Lukas, kapittul 15Báðir prædikutekstirnir til 3. sunnudag eftir tríeindardag, standa í 15 kapitil í evangeliinum eftir Lukas.

2024-06-10 12:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

... men eingin gav honum nakað” Soleiðis verður sagt i líknilsi um hin burturfarna sonin. Hann fór heimanífrá og lat hurðina til barndómsheimið aftur. Sonurin byrjaði eina langa ferð - væl klæddur - við nóg mikið av peningi í lummanum, og við lívsmóti bæði til í dag og í morgin og í ovurmorgin. ”Út vil eg, út, so langt, langt, langt!”
Hann kom eisini langt út – heilt út á endan, men hann hevði ikki hugsað, at hann skuldi enda har, einki var at finna, har eingin gav honum nakað. Tað var ein maður, ið einaferð segði: ”Eg minnist ikki so væl sálmavers, men tað er eitt vers, har tað stendur nakað um ”heimsins stutta summar”, við allari tess skart og skreyt. Hvar stendur tað? Eg havi lagt merkið til, at nakað er um hetta versið.” segði hann.
Ja, tað er nakað um tað. Skeivt er at siga, at henda verð einki hevur at bjóða. Hon hevur nógv, um bara vit vilja gjalda, hvat tað kostar. Men djúpast sæð, hvat kann hon so geva, tá ið ræður um mót til at liva, megi til at bera byrðar, troyst í neyðini? - ”eingin gav honum nakað”.
”Sum eg tó havi veri býttur” segði ein sjúklingur, ið prestur vitjaði á einum sjúkrahúsi - ”sum eg havi verið býttur, at eg havi bilt mær sjálvum inn, at eg kundi vera Guð fyri uttan, og nú er lívið skjótt liðugt.” Heimsins stutta summar, tað er rætt. Vit koma ongantíð henda vegin aftur.
Synd er at taka lívið í egnar hendur, synd er at rýma heimaífrá á slíkan hátt sum hesin drongurin gjørdi, Synd er at vera sjálvráðin, har Guðs vilji verður settur til viks. Og tann dag, vit í hesum heimsins stutta summari finna okkum sjálv, um vit so eru vøkur, ella vit eru útdálkað, hava vit bara eitt at siga: Faðir, eg havi synda! Eg eri tær ikki verdur – og tó kann eg ikki vera uttan teg.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder