Mentan

Andakt - Gleðin í Guði

”í Harranum havi eg frøi mína!” Sálmur 104. 34b

2022-05-06 11:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eg havi gleði mína í náttúruni, siga nøkur. Eg havi gleði mína í heimi mínum og í børnunum, siga onnur. Eg havi gleði mína í bókum, siga einstøk. Eg havi gleði mína í ítróttini, siga tey ungu. Eg havi gleði mína millum vinir, siga nøkur. Eg havi gleði mína í tónleikinum, siga onnur eisini. Eg havi gleði mína í arbeiðinum, siga summi. Guð hevur sanniliga ikki gjørt avmarkaða jarðiska lív okkara fátækt við tí, sum er gleðast yvir.

Men um øll hesi vøkru ting er hetta galdandi, at vit skulu missa tey. Bløðini fella av trøunum, og hurðin inn í heim okkara verður einaferð latin aftur. Børnini verða vaksin og flyta, og vinirnir fara í ymsar ættir. Likamið gerst ov gamalt til ítrótt, og ein dag má arbeiðsmaðurin leggja amboðini. At enda hava bøkunar ongan týðning longur.

Tí er vísdómur í: fyrst og fremst at søkja gleðina í Guði, í orði hansara, í kirkjuliði hansara, í tænastu hansara, í sálmum hansara, í friði hansara, í leiðslu hansara, í vinum hansara, í sælu hansara.

Men gleðin í Harranum merkir ikki, at so koma vit at liva í einum ævigum gleðisrúsi. at vit skulu sveima í einum hægri andaligum hugaheimi, einari sfære av halleluja-kenslum.

Tá ið Paulus talar um gleðina í Harranum, er talan um gleði, ið einki hevur við heimsins gleði at gera. ”Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum” skrivar hann. Henda áminningin um at gleða seg í Harranum er eingin smart psykologisk ávísing á tí populeru reseptini, sum eitur ”Ver jaligur, liv lukkuligt”, sum onkur bók er skrivað um, tí tað er ein ”ger-tað-sjálvur-frelsa”, sum melur um hetta ”sjálvur.” Soleiðis gjørdi Paulus ikki í teimum jøvnum maktarleysu løtunum, har hann ofta bara sá vónloysi fyri sær. Men júst tá upplivdi hann ”styrkina” í Guði: ”sum sorgarfullir, men tó altíð glaðir” Hann kendi til at verða syrgin og glaður um somu tíð. Fleiri av brøvum hansara í Nýggja Testamenti eru fylt við stórari avmakt, men eisini full av Guðs almakt og gleði.

Harmur og gleði í felag tey reika, syngur Kingo. Tað kann ein og hvør reiðiligur kristin eisini tosa við um.

Gleðin í Guði hevur tað við sær, at hon trívast undir ymiskum korum. Tað koma trupulleikar á vegnum hjá øllum menniskjum. Tá er onkuntíð gott at hyggja aftureftir, at minnast farnar dagar, har vit hava verið í líknandi støðum og huga, hvussu Guð vælsignaði okkum meira, enn vit hildu var møguligt. Frá størri til smærri vælgerðir kunnu vit telja tær signingar, Guð hevur veitt okkum í farnari tíð, og finna útav, at vit fingu mikið meira av tí góða enn av tí minni góða.

Hetta kendi Lina Sandell alt til, tí syngur hon:


Eg kann ikki telja øll saman,

tey prógv um Guds góðsku, eg fann,

so føgur sum sólarrisglæman

í ótaldum døggdropum brann.

Eg kann ikki telja øll saman,

tey prógv um Guds góðsku, eg fann.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder