2025-08-13 15:41

Nakað av tí mest trúfasta, sum finnist á jørðini er ein røtt og góð móðir at tí barni, hon hevur borið undir belti. Sama trúfesti er galdandi ein rættan og góðan faðir. Teirra kærleika kann halda hóast slitið verður upp á hann við sorgum og vónbrotum. Maður og kona kunnu byrja við at elska nógv, og tó enda við at renna frá hvørjum øðrum, traðka á hvørt annað og sára hvørtannan, men kærleiki teirra til barnið varir ofta longri, um hann so skuldi verið tyngdur niður av tí, sum eitt sjálvráðandi barn kann finna uppá.
Og tó er tað heldur ikki ein kærleiði, sum varir um ævir, so at tann tanki kann hugsast, at hann fær ein enda, og ein móður og ein faðir ikki vilja kennast við barn sítt, men vilja sleppa av við tað, ja, fyri teirra egnu skyld.
Men um Guðs kærleika til okkum kann hetta ikki hugsast, at hann fær ein enda. Hann varir heilt til evsta dag. Guð er kærleikin sjálvur. Tá ið hann hevur gjørt av at elska okkum, verður tað ikki broytt. Vit kunnu venda honum bakið, vraka hann, tó vendir hann ikki okkum bakið. Vit kunnu broyta okkum nær sum helst, hann verður verandi hin sami trúfasti Guð, ið fyrigevur langt út um tað, vit kunnu hugsa okkum.
Vit kunnu gera Guð keddan við øllum syndum okkara, sára hann við ikki at vilja trúgva á hann, og ganga egnar leiðir, men vit kunnu ikki fáa hann at gevast við at elska okkum, sum hann hevur ofrað so nógv fyri. Sín einborna son hevur hann givið fyri at bjarga okkum. Skuldi hann so slept síni ætlan við okkum?
Vilja vit til endans so kortini siga nei takk við hann, ja, tá er tað okkara egna val, tí hann tvingar ongan inn í ríkið sítt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald