Mentan

Andakt - Fólk og land okkara

”Havið umsorgan fyri landinum, sum eg havi herleitt tykkum til, og biðið fyri tí til Harrans; tí at eydna tess er eydna tykkara ” Jeramia 29,7

2022-11-03 16:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tú gerst ikki ein vánaligur fosturlandsvinur, av tí at tú gerst ein góður kristin. Tvørturímóti. Tá sær tú fólk og land títt sum gávur frá Guði. Hann hevur í vísdómi og kærleika sínum veruliga vilja, at tú skal renna upp av hesi fólkarót og hava hetta mál sum títt móðurmál.

Vit takka honum fyri hesar vøkru og ríku gávur; og sum trúgvandi kristin føla vit á ein nýggjan hátt ábyrd fyri fólki okkara – at tað skal ganga okkara landi væl er okkara inniliga ynski, ikki bara tímilig vælferð, men eisini – og ikki minst - tess andaligu lagna. Vit syrgja yvir syndirnar, sum vit vita, at vit eisini eru sek í.

Fram um alt føla vit sum kristin kallið til at biðja fyri føðilandi okkara. Tað er sagt við okkum í Guðs orði, at vit skulu biðja fyri kongum og øllum teimum, sum eru sett hátt, (1. Tim.2,2). Tað skal kirkjuliðið eisini gera hvønn sunnudag, tá ið tað savnast til guðstænastu í Harrans húsi. Soleiðis verður roynt at bera tað ábyrd, sum er løgd á tess herðar. Men eisini í síni persónligu bøn vil ein kristin minnast sítt fólk og land og trúliga stríðast fyri, at Guðs navn má verða heilagt og Guðs ríki koma og Guðs vilji verða. Vit síggja væl, tá ið gongur skeivan veg, og tá ið langt tykist eftir, áðrenn alt fólk okkara í veruleikanum sigur: Vit eru trúgvandi kristin; men vit vita, at Guðs fyrijáttanir eisini er galdandi okkara føðiland og fólk. Og við vón móti vón halda vit bønarlampuna brennandi.


John S. Myllhamar


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder