Versið er tikið úr prædikutekstinum til annan sunnudag eftir páskir. Ein frásøgn er um Johan Lunde, biskup í Oslo, sum livdi frá 1866 til 1938, ”biskupur barnanna”, sum hann av røttum varð nevndur. Hann hugdi tíðum inn á gólvið hjá Óla, einum gomlum manni í býnum. Onkuntíð var ta ein abbadóttir Óla, sum var tann fyrsta at taka í móti biskupinum, ein lítil, kvik smágenta, sum við stórari frímóð ikki smæddist at práta. Ein dagin, biskupurin kom at vitja, stóð gentan á tappuni. Tað sást á andliti hennara, at hon hevði okkurt týdningarmikið at fortelja, og hon kundi heldur ikki bíða til biskupurin var komin inn um: ”Eg havi fingið trý smálomb,” rópti hon; ”vil tú sleppa at síggja tey?” - Jú, sjálvandi vildi biskupurin tað. - Tey fylgdust yvir at einum hegni, har eini 20-30 lomb gingu. Biskupurin helt, at lombini líktust neyvt øll somul. Smágentan stóð still eina løtu og stardi at teimum. So peikaði hon og segði: ”Hygg, hatta har er mítt – og hatta har – og hatta har!” Og so smíltist hon glað og stolt. ”Hvussu ber tað til at tú kennir hasi trý lombini frá øllum hinum, tey líkjast øll akkurát?” spurdi biskupurin. ”Er tú nú eisini vís í, at tað eru hasi trý, tú peika eftir?” - Tá hugdi hon upp á hann, bæði vónbrotin og undrandi, sum um hon hugsaði: O, sum tú ert býttur! Og so helt hon fyri: ”Hvussu eg kenni tey? Eg kenna tey væl, tí hatta eru lombini hjá mær!” - So fekk biskupurin nakað at hugsa um.
Evangeliið sigur okkum ikki, at Guð bara elskar í flokk, men hann elskar teg – og meg – hin einstaka líka til okkara seinasta dag. Tað er tað ótrúliga, at vit, ið bara eru smátt dust í óendaliga universinum, eru so nógv verd, at lívsins Guð kennir hvønn einstakan, og hevur hjarta fyri okkum og øllum okkara smálutum, og at hann ger alt fyri at vinna okkum.
Á sama hátt sum smágentan kendi lomb síni, tí tey vóru hennara, soleiðis kennir Guð teg. Hann kennir teg - hann elskar teg – skilir teg. Halt bara fram at endurtaka hesi trý tingini: Hann kennir meg - hann elskar meg – hann skilir meg! Halt fram at endurtaka tey so leingi, inntil tú lærir at trúgva orðunum, og at undrast og takka honum, sum er góður við, eisini tey ótakksomu og óndu.
Ta er okkara ábyrd, á barnsligan hátt og við barnsins undran, at hyggja inn í kærleika hansara soleiðis, at vit verða rótfest og grundfest í honum.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald