Mentan

Andakt - At syrgja við vón

”….fyri at tit ikki skulu syrgja eins og hinir, sum ikki hava vón” 1. Tess. kp. 4.

2022-09-27 14:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Komandi sunnudag, 16. sunnudag eftir tríeindardag, snúgva báðir prædikutekstirnir í kirkjuni seg um sorg og deyða, men eisini um gleði og lív. Í skriftstaðnum omanfyri skrivar Paulus til tey í Tessalóniku um munin at syrgja við vón ella at syrgja í vónloysi.

Tað var endamálið við, at Paulus segði vinum sínum nakað um, hvat ið skuldu henda við teimum, sum sovnað vóru burtur. Kristin menniskju skulu vita um uppreisnina frá deyðum; tí annars eru tey líka neyðarslig og illa fyri sum vantrúgvandi, tá ið tey syrgjandi standa við grøvina hjá sínum kæru.

Kristin menniskju syrgja eisini, tá ið tey missa onkran av sínum. Sorg er ikki forboðin av Guði. Hann sýtir okkum ikki at hava menniskjaligar kenslur sum øll onnur. Er eingin sorg, so er heldur eingin kærleiki. Tann dagin sorgin er av, er kærleikin kólnaður.

Vit skulu heldur ikki spæla yvirlegin og óviðkvæm, tá ið hjartansbond verða kvett av. Vit eiga at vera reiðilig og viðganga, at vit eru kedd, tá ið vit veruliga eru kedd. Tað tænir ongum góðum endamáli at hykla. Tár eru eisini í einum trúgvandi menniskja, tað veit eingin betri enn tann Guð, ið sjálvur hevur skapa okkum við evnum til at fella tár. Eisini Jesus, sum vunnið hevur á deyðanum, syrgdi tey deyðu og græt saman við teimum, ið mist høvdu. Sí prædikutekstirnar sunnudagin.

Men vit mega bara ikki gloyma Guðs orð og lyftir hansara, tá ið vit lata okkara kæru niður í grøvina. Ta er ein støða, ið hann eisini hevur sagt nakað um, og tað vil hann, at vit skulu minnast til, tá ið vit eru í hesi støðu. Tey vantrúgvandi hava onga veruliga vón, tá ið tey fara til jarðarferð. Tey kunnu bara doyva pínuna við teirra egnu dreymum og við teimum skiftandi og ymisku meiningum, ið heimspekin hevur gjørt um lív og deyða.

So fátæk skulu kristin menniskju ikki vera. Guð vil ikkivera til skammar, at slíkt skal raka hann, at børn hansara á foldum skulu gloyma sigur hansara á deyðanum, tá ið tey av álvara treingja til at vera uggað av honum. Vantrúgvandi rokna hvørki við deyðanum ella við Guði. Tey kristnu skulu rokna við báðum; bæði við deyðanum og tí gráta, men eisini við Guði og tí hava vónina.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder