Politikkur

Andakt - At hava Guð sum ferðaleiðara

”Enok gekk við Guði” 1. Mósebók 5.

2022-09-15 10:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Andakt


At hava Guð sum ferðaleiðara


Enok gekk við Guði” 1. Mósebók 5.

Eitt vakurt viðmæli, ið Enok hevur latið eftir seg, Hetta er so tað einasta, vit vita um hann, umframt, hvussu gamal hann gjørdist. at hann átti synir og døtur og var pápi Metúsalem, heimsins elsta menniskja, ið gjørdist 969 ára gamal. Men í hesum stutta vitnisburði, at hann fylgdist við Guði, er nóg mikið sagt um, at vit kunnu ímynda okkum, hvussu hann hevur livað, og nóg mikið at gera hann til lærumeistara okkara.

Alt lívið eigur, hjá mær og tær, at vera ein ferð saman við Guði. Vit eiga at ráðføra og spyrja hann um allar okkara ætlanir, áðrenn vit seta tær í verk. Vit eiga at byrja hvønn nýggjan dag í kvirru hjá honum fyri at vita, hvat hann vil hava okkum at gera júst í dag. Hann er so góður at ráðføra seg við, tí hann sær so langt fram, ja, allan vegin. Hann veit, hvørji menniskju sum í dag treingja til okkum, og tí kann hann hjálpa okkum at finna tey. Guð er ein góður ferðafelagi; tí hann kennir vegin. Hann hevur gingið hann fleiri ferðir – við øðrum. Vit kunnu møta nógvum, sum er okkum ókent; men tað er als einki í verðini, sum er Guði ókent. Alt lív okkara kann gerast ein ferð við honum, tá ið vit lata hvønn dag verða tað.

Tá ið vit vilja ganga vegin saman við Guði, villast vit ongantíð, og vit koma heldur ongantíð at ganga einsamøll. Hava vit valt at gera ferðalag við hann, meðan vit liva, so hevur hann lovað at gera ferðalag við okkum, tá ið vit einaferð skulu fara um deyðans myrka portur. Tað er gott at halda í Guðs hond, tá ið vit skulu doyggja, tað vilja helst fleiri. Jú, men er tað ikki líka gott og líka so neyðugt meðan vit liva?


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder