Norski biskuppurin Eivind Berggrav sigur einastaðni frá ungum norskum sjómanni, ið var førdur í land í Bretlandi har hann skuldi leggjast inn á sjúkrahús. Á sjúkrahúsinum fekk ungi sjómaðurin at vita, at hann átti stutta tíð eftir. Maðurin hevði ongan, sum kundi seta hann í samband við tað, ið hann einans hugsaði um. Hann helt ikki, at ta var nøkur brúgv yvir til Guðs og til trúnna á hann. Sjómaðurin kendi seg fullkomuliga einsamallan. Tá kom hann í tankar um nakað. Hann hevði einaferð verið saman við einum skipara, ið var sera sinniligur og djarvur. Ungi sjómaðurin kom at hugsa um, tá ið hann tíðliga eina morgunstund var komin upp á dekkið og hevði sæð skiparan sita einsamallan hond upp undir kinn við einari lítlari bók á knøunum. Hann sat og las í Nýggja Testamenti. Ein dagin kom prestur at vitja á sjúkrahúsinum. Sjómaðurin geiddi prestinum frá hesum: ”Tað var sum sýnið av hesum skipara bar meg, eg visti ikki hvussu tað bar til, men eg legði meg at biðja: Faðir Vár, tú, sum er í himlinum, ...” Okkara tíð er ein analyserandi tíð, ein tíð, sum skal liða alt sundur. Vit klúgva tingini í partikklar og spreingja teir í pettir. Vit bora og bora, tí vit vilja finna út av, hvussu tingini eru sett saman. Og tað er ílagið. Men so hendir eisini tað, at menniskjan finnur út av, at eingin hjálp er við at spalta og petta sundur. Vit treingja til fast støði undir fótum okkara. ”Gev mær eitt stað at standa á,...!" segði Arkimedes. Hesi suff búgva í mongum fjaldum sinni. Ekta troyst, hvílir ikki á fínum innantómum tosi, men á óvikandi veruleikum. Tí hava vit øll brúk fyri. Vit sleppa ikki frá at óttast, tí vit liva í einum falnum heimi, og at enda skulu vit doyggja heilt einsamøll. Tí eru menniskju eisini bangin. Tey eru farin burtur frá Guði, tí uttan hann eru vit einsamøll, einsamøll við okkara ótta. Í trúnni og í áliti á Jesusi aleina finna vit ta ævigu troyst. Tí vera vit ongantíð liðug at biða bønini í sálminum: Tú, sum hevur teg mær givið, gævi, at í tær eg livi, búgv í mínum hjarta inni, so tú mær í sál og sinni er hin trygga akkersgrund. John S. Myllhamar |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald