Mentan

Andakt

”Eg skal vera Guð teirra.” 1. Mósebók 17. 8

2022-08-14 20:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Tá ið Guð gjørdi sáttmála við Ábraham, gav hann honum lyftið um, at avkom hansara skuldi vera so talríkt sum stjørnurnar á himmalhválvinum og sum sandkornini við sævarstrond. Hetta gav Ábraham mót; tí tann, ið skal liva lív sítt millum fíggindasinnað fólk, ið bara virðir makt sum tað rætta, vil altíð hava áhuga í at vera fleiri. Tað er nøgdin, tað snýr seg um, tá ið kríggjast skal á gamla hátt. Stór í tali, sterk í kríggi.

Tó var hetta ikki Guðs størsta lyfti til tað fólk, hann útvaldi til sítt ognarfólk; tí hóast tey skuldu gerast mong, varð tað ikki givið, at fíggindin ikki kundi gerast størri enn tey.

Nógv betri var, at Guð lovaði, at hann vildi vera Guð teirra. Tað fyrsta, at tey skuldu gerast mong, var bara nakað, sum kom í aðru røð; virði í tí var eisini treyta av ymiskum øðrum. Men tað seinna, at Guð vildi vera Guð teirra, var tað avgerandi, tað hevði virði í sær sjálvum. Tá ið umræður, mugu vit heldur vera fá við Guði enn mong uttan Guð. Tað kann kanska skapa frímóð at hava mong rundan um seg. Men tað gevur styrki at hava Guð við sær.

Okkara metingar hvíla so mangan á nøgdini, á tí kvantitativa. Tað, ið kann teljast, málast og vigast, hava vit lætt við at skilja týðningin av. Kortini kunnu vit lættliga rokna skeivt, tá ið vit leggja ov stóran dent á slíkt. Meirilutin hevur langt frá ikki altíð rætt. Okkara egna nøgd og styrki, okkara ressourir kunnu tømast, hvussu stórir og nógvir teir so enn eru. Men tað er nakað, sum ongantíð minkar, tømist og missir virði, tað er at hava Guð til Guð


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder