Bókin
”Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.” Sálmur 119, 105)
Fólk í USA eru ósamd um mangt og hvat. Men tá ið tað kemur til at velja ta bestu bókina, sum er til, er tað afturímóti full semja millum tey annars ymisku menniskjuni. Líkamikið um tað er maður ella kvinna, republikanari ella demokratur, ungur ella gamal so velur amerikanski borgarin Halgubók inn á fyrstaplássið.
Tá ið rithøvundin Walter Scott lá til tað seinasta, segði hann: ”Rætt mær bókin!” Tá ið so spurt var, hvørja bók, svaraði hann: ”Tað finnist bara ein!”
Soleiðis er tað! Fyri einum menniskja, ið skal doyggja, finnist bara ein bók, bókanna bók, Halgabók! Men fyri einum menniskja, ið vil liva, ja, vil liva lívið, sum tað skal livast, finnist tað eisini bara ein bók við veruligari leiðbeining til at liva eftir.
Halgabók hevur verið samanborin við eina røð av vitum. sum eru settir upp framvið einari ókendari siglingarveit, ið vit skulu framvið, og har mong menniskju stranda. Ikki allir vitarnir lýsa líka væl. Teir hava ymiska ljósstyrki og hava ymisk sløg av gløsum ella linsum; men allir hoyra teir saman, og allir eru teir settir soleiðis, at teir vísa sama veg móti einum høgum, veldigum vita, hvørs bjarta ljósglæma strálar gjøgnum myrkur og toku og leiðir okkum uttanum vandmikil sker og flúrar. Tað er Jesus Kristus, sum alt í Halgubók leiðir okkum til, og tað er móti honum alt peikar. Við eygunum festum á henda vitan, sigla vit ongantíð skeiva kós.
Við at halda okkum til Bókina, fara vit ongantíð skeiv á leiðini. Við henni verður aldri veruliga myrkt.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald