Mentan

Andakt

”Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær” Sálmur 50.15

2024-10-07 20:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær” Sálmur 50.15
Tað stendur ikki, at Guð vil spara okkum fyri at uppliva neyðardagin. Hann kemur til okkum øll. Vit halda kanska, at tað trupla er undarliga deilt út. Ofta eru tað júst tey menniskju, ið liva lív sítt í Guðs nærveru, ið fáa tann stóra partin, meðan tey, ið tykjast at liva uttan Guð, sleppa undan. Vit duga ikki at finna út av Guðs húsarhaldi. Vit vita, at vit hoyra saman, og at Guð kann brúka stríði hjá tí eina at uppala ein annan. Og vit vita, at allar gerðir Guðs eru hugsaðar til botns. Men tá ið neyðardagurin kemur, er tað bara eittans, ið kann hjálpa okkum. Heit á meg! sigur Harrin …
Tvey ting skulu vit so venja okkum at minnast til. Tað fyrra er, at tað innasta í sannari bøn er ikki at krevja, men at geva fraokkum. Tá ið vit nú bara fingu eitt lítið sindur burtur úr bøn okkara var tað helst, tí at tað passaði okkum, hvat ápostulin Jákup sigur: tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa. Vit komu fyri at krevja, ikki fyri at útlevera okkum sjálv. Vit hava loyvið at biðja um ein lætta frá tí svára, men í bøn okkara má tað vera soleiðis, at vit geva okkum sjálv, har vit leggja okkum við allari neyð okkara í Guðs góðu hendur. Tað røkkur ikki til at standa uttanfyri og rykkja í klokkustrongin – og so fara beiskur í huga avstað, um Guð ikki í stundini grípur inn.
Tí tað er tað seinna, vit skulu minnast til, tann lætti, sum Guð lovar lokkum. Tað er ikki tað sama sum frítøka. Eins og Jesus ikki varð frítikin fyri at tøma ta beisku skálina, men varð bønhoyrdur frá ótta sínum, soleiðis er ikki lovað okkum, at vit skulu verða spard fyri tað svára, men at vit skulu verða hjálpt ígjøgnum tað. Tí bønhoyrsla er ikki bara, at vit fáa Guðs ja, men eisini, at vit fáa megi at bera Guðs nei uttan at ivast.
Eg skal bjarga tær”, sigur Guð. Ja. Men tíð, og á hvønn hátt, avgerð hann.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder