Mentan

Andakt

-

2022-01-15 14:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

                                            Orð okkara


Lítil neisti kann seta eld á ein stóran skógv” Jákupsbræv kapittul 3.

Vit menniskju megna ongantíð at gera hesa jørð til himmiríki. Men ta tíð vit eru her ber til at skapa smá ”himmiríki” rundan um okkum, í okkara heimi, í okkara familju, í okkara grannalagi, á okkara arbeiðsplássi, á skipsdekkinum ... Mikkjal á Ryggi yrki um, at ”eydnan er at finna har grannar semjast væl.” Tað er gott at hava góða familju, at skapa gott grannalag, gott arbeiðspláss o.s.fr. Flestu menniskju munnu eisini vilja búgva og liva í slíkum umhvørvi.


Tíverri hevur hetta gjøgnum tíðirnar ikki altíð eydnast so væl allastaðni. Tí man gamli ápostulin, Jákup, brúka eitt heilt kapittul at skriva um orð okkara, sum kunnu spilla og oyðileggja.

Tikið verður til, at tvey skot í Sarajevo við einari lítlari pistól, vóru byrjanin til nógvar hendingar, sum hava formað tann heim vit liva í ídag.

Soleiðis kunnu tvey orð sum slatur og sleyg, eisini íbirta lívsvarandi ósemju og klandur, iðspjaðist millum fjøld av menniskjum.

Vit vita um smákríggj í bygdum og býlingum, har slatur og sleyg hava gjørt ósemjur og skilna fyri lívstíð. Í bókini Troldringen, skrivar norski rithøvundin Sigurd Hoel um viðurskiftini í lítlari bygd. Hann sigur frá, at har á staðnum vóru fólk so røsk at tosa aftan fyri bakið á hvørjum øðrum, tað hevði ført við sær, at túnini húsanna millum vóru grasgrógvin.

”Teskan og slatur eru oftast ósatt,” sigur orðatakið. Søga er um konu, sum streyk húsanna millum við sleygið og slatri. Ein dagin var hon komin á gátt hjá aðrari konu í bygdin. Tað vóru ikki vøkur orð, hon hevði at siga um sína grannkonu. Konan, ið hon var komin at vitja fór út í gongina, lat seg í frakkan og segði: ”Hatta, sum tú fortelur, ljóðar so óhugnaligt og syrgiligt, at nú fara vit báðar beinanvegin oman at tosa við hasa neyðars konu, so kunnu vit kanska hjálpa henni burtur úr tí støðu, hon er komin í!” Tá mælti hin vitjandi: ”Nei nei, eg veit einki, eg hoyri bara at tey siga tað!”. ”Tey!”, svaraði hin, ”so lati eg meg bara úr aftur frakkanum.”

Eitt menniskja, ið slatrar, hevur sum endamál at uppbyggja seg sjálvt við at seta onnur í ringt ljós, tað roynir at hevja seg sjálvt sum ein persón, ið hevur eina serliga vitan.

Um vit ikki hava okkurt gott at siga, skulu vit tiga. Besti háttur at liva í friði við onnur menniskju, er at koma sær uttan um slíkt, ja, í onkrum føri hava minst møguligt við tey at gera. Vit kunnu royna at gera okkurt gott fyri onnur, ella siga okkurt gott og satt um tey; tað nýtist ikki at vera tað øgiliga stóra. Hetta vil geva okkum tað staðið at liva í, sum vit kundu hugsa okkum.

Tað vil ikki siga, at so er alt gott, at so er alt rætt, sum vit gera ella siga. Vittraðka øll skeivt í lívinum. Eg og tú eiga eisini at rætta tað skeiva, sum vit sjálv gera, og ikki góðtaka tað; ikki seta dygdir í okkara lastir. Tað vil heldur ikki siga, at so skulu vit altíð tiga. Vit eiga eisini á rættan hátt, at vísa á órættvísi og á tað skeiva, sum fer fram í heiminum.

Um vit minnast til at siga tað góða um fólk her á jørðini, so vilja vit eisini lættari minnast til at siga tað góða um okkara skapara í himlinum og boða um hann. Hann, sum hevur givið okkum lívið og alt tað, ið ger lívið vert at liva so leingi vit eru her.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder