Vinna

Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

Setið kross í kalendaran 28. februar, tá árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum.

2025-01-15 11:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Aliráðstevnan er dagurin har fólk í og kring alivinnuna við áhuga fyri havbúnaðinum hittast at fáa nýggja vitan og íblástur, eins og møguleikar eisini eru fyri at netverka.

Tað verður latið upp fyri tilmeldingum týsdagin 4. februar á heimasíðuni hjá vinnuhúsinum, www.industry.fo. Seinasta freist at melda seg til er týsdagin 25. februar. Tað kann tó henda, at latið verður aftur fyri tilmeldingum áðrenn hetta, um Aliráðstevnan verður fullsett. Luttakaratalið á Aliráðstevnuni liggur vanliga um 400 fólk.

Eins og í fjør, verða framløgurnar ikki tulkaðar til enskt mál.

Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fyriskipar ráðstevnuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder