Politikkur

Albert hevur royndirnar

Eg valt at stilla upp fyri fimtu ferð til býráðsval. Onkur heldur at eg havi verið ov leingi, onkur heldur at eg eri ov gamal. Eg skal vissa tykkum fyri, at einki av hesum kemur mær til hugs. Eg stilli upp tí eg vil gera mun, og tæna tykkum borgarum.

2024-11-11 22:31 Author image
-
placeholder

Tey árini eg havi sitið í býráðnum havi eg havt fleiri álitisstørv, og havi tí virðismiklar royndir, sum eg kann geva víðari. Eg havi verið

  • Borgarstjóri 2009 – 2012
  • Varaborgarstjóri 2021 – 2024
  • Fíggjarnevndini 2009 – 2024, sum formaður 2009 - 2012
  • Mentunar- & trivnaðarnevndini 2013 – 2020, sum formaður 2017 – 2020
  • Barnaverndarsamstarvinum 2009 – 2012, 2017 - 2020
  • Bygginevndini í Miðgarði 2009 - 2012
  • Formaður í bygginevndin Giljanes skúli 2016 – 2024
  • Føroya Kommunufelagnum 2009 – 2012
  • KAF 2009 – 2012
  • Ole verkætlanini, Norðurlendsk verkætlan fyri eldri borgarar, 2009 – 2012
  • Í stýrininum fyri Vesturvón 2013 – 2016

Byggingin av skúlanum hevur fylt nógv seinastu árini, tí havi eg ikki verið so sjónligur í nevndararbeiðið. Men havi sum fíggjarnevndarlimur verið við til at tryggja at kommunan hóast stórar íløgur, mennist,  og kann lækka skattin.

Verið eg valdur havi eg brennandi ynski um

  • At gera ein býarplan og endurskoða byggisamtyktina har borgarin er við
  • At røkja kommununa væl
  • At gera nyttu av øllum bygningum kommunan eigur
  • At betra um umstøðurnar á skúlanum og í høllini
  • At betra um útiøkið rundan um ellis- og røktarheimið á Sýnini
  • At útvega grundstykkir til bústaðir
  • At gera familjuøkir og gøtur
  • At tryggja at allar kjarnu tænastur hava eitt høgt støði
  • At tryggja at mentanin hevur góðar karmar
  • At gjalda niður skuld, soleiðis at vit framvegis kunnu gera íløgur í trivnað og vinnu

Annars eri eg klárur at taka mær av teimum avbjóðingum, sum verður álagt mær.

Borgaralistanum hevur flutt kommununa framá seinastu fýra árini. Í morgin stilla vit aftur upp við einum sterkum liðið.


Set kross við Albert Ólav Ellefsen

Set kross við Borgaralistan


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder