Nógv av vallyftunum hava stóra ávirkan á kommunala geiran. Úr rúgvuni kunnu nevnast: Lættar og tilskot av ymiskum slagi, ásetan av normeringum á eldra– og dagstovnaøkinum, eins høgt tænastustøði um alt landið, styttri arbeiðsvika, fyrireikingartíð og so framvegis.
Lagt verður í fleiri førum upp til, at løgtingið skal regulera kommunal málsøki niður í smálutir. Í nógvum førum er talan um vallyfti, sum hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunukassarnar.
Kommunurnar eru fyrst og fremst fíggjaðar av persónsskatti. Økjast útreiðslurnar munandi, verður neyðugt at hækka kommunuskattin. Hetta merkir skattahækking til allar arbeiðandi føroyingar.
Komandi árini fara stórar demografiskar broytingar at fara fram í føroyska samfelagnum, og hesar fara at leggja stórt trýst á vælferðina hjá føroyingum. Samstundis eru útlitini í heimsbúskapinum í løtuni døpur.
Kommunufelagið heitir á politisku flokkarnar og valevnini at vísa hesum ans og koma við heildarloysnum, sum leggja upp fyri bæði inntøkum og útreiðslum, heldur enn bert at koma við uppskotum, sum minka um inntøkurnar og økja um útreiðslurnar hjá kommununum og almennu kassunum annars.
Kommunufelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald