Politikkur

Áheitan á løgmann

Fyrr í vikuni fanst Heimafriður at løgmanni, fyri ikki at nevna óljóð frá skipum í røðu sínari á ólavsøku. Men í gjár kom fram, at tað er nevnt í einum ískoyti til løgmansrøðuna.

2022-08-11 08:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Heimafriður fegnast sjálvsagt um, at løgmaður kortini ikki hevur gloymt trupulleikan við larmi frá skipum, sum Heimafriður segði í tíðindaskrivi fyrr í vikuni.

Í almennu útgávuni, sum er løgd á netið, sást nemliga ikki nakað til stóra trupulleikan við óljóð frá skipum. Men sambært Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, finst ein ískoytispartur til lømansrøðuna, har larmur frá skipum verður nevndur.

Í ískoytispartinum sigur løgmaður millum annað: "Sum heild taka kommunur/havnarskrivstovur trupulleikan við óljóði í álvara, hóast tað framhaldandi íkoma støður, har borgarar klaga um áhaldandi óljóð, ið eisini liggur omanfyri markvirðini."

Til tað kann Heimafriður upplýsa, at vit uppliva ikki, at kommunurnar taka málið í álvara. Áhaldandi verða fólk, bæði í Havn, Runavík, á Signabø, á Oyrareingjum og í Klaksvík plágað av larmi, sum er ógvuliga generandi fyri tey. Fleiri orka ikki at vera heima og leita sær av húsunum at sova.

Veruleikin er, at felagskommunala reglugerðin er ásett til egnan fyrimun hjá kommunum og ikki til at verja borgaran. Endamálið tykist at vera, at verandi støða skal halda fram sum longst. Umframt hetta gevur Fiskimálaráðið ár eftir ár undantaksloyvir, sum beinleiðis elva til at heimafriðurin systematiskt verður órrógvaður.

Hetta kann ikki halda fram og ein haldbar loysn átti langt síðani at verið funnin!

Harra løgmaður! Ein loysn má koma nú! Ein loysn, sum ger tað møguligt hjá fólki at trívast og verða í egnum heimi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder