Politikkur

Áheitan !

Nú valdagurin nærkast ynski eg at koma við eini inniligari áheitan á allar borgarligar veljarar. Eg vil heita á øll borgarlig um at velja fólkaflokkin tann 8. dec. Hetta er alneyðugt og avgjørt best givna atkvøðan, um vit ynskja eitt borgarligt landsstýri.

2022-12-02 09:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Latum okkum fylkjast um fólkaflokkin og gera hann  stóran og sterkan,  so hann ikki verður til at koma uttanum , tá valúrslitið er greitt.


Aftur til røturnar

Komið  aftur til røturnar og sláið ring um flokkin. Hetta hevur ongantíð verið meir neyðugt enn júst nú.   Latum okkum seta góðu siðbundnu borgarligu dygdirnar sum ágrýtni, áræði og ábyrgd aftur í hásætið.  Dygdir, sum hava bygt okkara land og  sum framvegis fara at gera tað. 


Fólkaflokkurin er  besta  valið,  um vit ynskja  eitt borgarligt stýri. 

Ágrýtni, áræði og ábyrgd skal lønast – ikki revsast.  Tað skal løna seg at arbeiða og at arbeiða yvir, taka eyka tøk, vera íverkseti og skapa arbeiðspláss.  Við at eggja fólki at arbeiða meir, fáa vit meir arbeiðsmegi út á arbeiðsmarknaðin og skapa størri búskaparvøkstur.


Vit síggja ikki reytt, um  ágrýtni og fyritaksemi lønar  seg og gevur pengar.  Pengarnir gera mest nyttu í umferð úti í samfelagnum, heldur enn í landskassanum.  


Fyritaksemi,  nýhugsan, ágrýtni og  áræði  er drívmegin, krumtappurin, og lokomotivið í  vælferðarsamfelagnum. Hesum eginleikunum  koma vit altíð at hava brúk fyri, og hesir eginleikar skulu virðismetast og lønast.   Tað ger fólkaflokkurin.

 

Trygdarnet undir vælferðarsamfelagnum

Tað er  eisini eitt av  aðalmálum  fólkafloksins at hava góðar vælferðartænastur og at hava  eitt gott og vælvirkandi  trygdarnet undir vælferðarsamfelagnum. Til tey, sum ikki klára dagin og vegin,  til okkara sjúku, veiku og gomlu.  Samfelagið er komplekst og  hongur  saman. 


Fólkaflokkurin  hevur farnu 3 árini so dyggiliga prógvað í verki at vit raðfesta vælferðarsamfelagið   høgt.  Ongantíð áður er so nógvur peningur avsettur til heilsu- og almannamál og aðrar vælferðartænastur.  Ongantíð áður eru so nógv heim bygt kring alt landið til fólk við serligum avbjóðingum.


Við fólkaflokkinum kann góða gongdin halda fram og víðkast.

Í  komandi valskeiði vilja vit veita ein skattalætta til fólk við  lág- og miðalinntøkum. Hesi skulu ongantíð rinda meir enn 30 % í skatti.  Fólkið fyrst, so landskassin.  Tað almenna skal minka og tað privata vaksa. 


Mótrokning í pensiónini til  pensionistar skal hækka til 80.000 kr.


Lesandi og lærlingar skulu kunna tjena upp til 85.000 kr. skattafrítt.


Við at eggja pensionistum, lesandi og lærlingum at arbeiða meir fáa vit meir arbeiðsmegi  út á arbeiðsmarknaðin og skapa størri búskaparvøkstur.


Fyri at góða gongdin síðstu 3 árini  kann halda fram eftir løgtingsvalið tann 8 .dec er alneyðugt,  at allir føroyingar við borgarligum hjarta fylkjast og fara mannsterkir á val tann 8. Dec og velja ein sterkan fólkaflokk inn á Føroya Løgting. 

  

Avgerðin er tín, góði veljari, løn okkum fyri  avrikini  og set X við fleiri  avrik.


X við fólkaflokkin.


X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder