10 svanamerktar íbúðir í Skálavík verða lidnar seinni 2024. Hetta er næsti bygningur hjá MARK ið fær svanamerkið, hin er við Oyggjarvegin í Havn.
Í Skálavík, við góðum útsýni, verður ein bygningur reistur um stutta tíð.
Sí myndir niðanfyri.
Linjohn Christiansen borgarstjóri og Skálavíkar kommuna halda nógv av samarbeiðinum við leiðsluna á MARK. Vit heilsa verkætlanini vælkomnum, ein spennandi og øðrvísi ætlan uttan fyri miðstaðarøkið, leggur hann aftrat.
Talan er um eina byggiverkætlan hjá felagnum MARK , ið skal hýsa 10 íbúðum.
Tey, ið fáa eina íbúð, fáa ikki bara tak yvir høvdið. Tey kunnu hartil vera vís í, at nýggja heimið lýkur strangastu umhvørviskrøv.
- Svanamerkið er almenna umhvørvisgóðkenningin í Norðurlondum, og krøvini eru tí serstakliga høg. Høvuðsendamálið er at tryggja, at umhvørvi og tilfeingi verða troytt sum minst, greiðir Gordon Rajani, stjóri í MARK frá.
Fyri at fáa svanamerkið skalt tú lúka strong krøv, bæði tá ið umræður rávøru, framleiðslu, burturbeining og endurnýtslumøguleikar. Hartil verða strong krøv sett til lidna bygningin, bæði hvat ið viðvíkur dagslýsi, ventilatión, orkukeldu og tørvið og hvussu bygningurin er tryggjaður móti fukti.
Umhvørvisvinarlig bygging
- Neyðugt hevur verið at prógvað og skjalfesta tilfarið, ið nýtt hevur verið. Bæði byggitilfarið, men eisini spartl, máling, lím, lakk og oljur. Tað sama er galdandi fyri rør, el-leiðingar, gólv og veggir, vindeygu, ventilatión og møblar í køki og baðirúmi. Stutt sagt skal alt tilfar - niður í minstu skrúvu - lúka norðurlendsku umhvørviskrøvini.
Hetta gagnar umhvørvinum, men eisini handverkarunum, sum skulu gera bygningarnar - og ikki minst teimum, sum frameftir skulu búgva har.
Stjórin í MARK greiðir frá, at felagið "Miljømærking Danmark", sum hevur ábyrgdina av Svanamerkinum, hevur við neyvum eftirliti tryggja, at øll krøv verða fylgd.
- Vit vita, at byggivinnan stendur fyri einum stórum parti av samlaða co2 útlátinum. Tí er tað avgerandi, at eisini byggivinnan fer at hugsa øðrvísi fyri at verja umhvørvið.
Tá ið MARK skuldi fara undir íbúðarbygging í Skálavík kannaðu teir aftur allar møguleikar fyri at finna bestu og umhvørvisvinarligastu loysnina. Teir gjørdu av at byggja í samstarvi við danska felagið BM Byggeindustri.
- Har hava tey sergrein í umhvørvisvinarligari bygging. Húsini eru framleidd á verksmiðjuni og síðani flutt til Føroya við skipi. Felagið fylgir sera strongum tilgongdum, sum tryggja góða leveringstíð og minni tilfars- og orkunýtslu til framleiðsluna, greiðir Gordon Rajani frá.
Um góðar tríggjar mánðar standa húsini í Skálavík uppi, har tey síðani vera gjørd liðug og somuleiðis góðkent av óheftum, eftir strongum reglum og krøvum fyri at Svanamerkið kann verða latið.
Bygningurin, ið verður gjørdur, hevur 10 svanamerktar íbúðir og eftir ætlan kunnu fyrstu fólkini flyta inn 1. novembur 2024.
Fakta um Svanamerkta bygging:
- Lága orkunýtslu, gott inniklima og fokus á burðardygd. Frá tilfari til bygging til endurnýtslu av tilfarinum langt frammi í tíðini.
- Alt tilfarið, sum er nýtt, lýkur høg krøv um umhvørvis- og heilsuskaðilig evni
- Allur viður er merktur við svanamerkinum, tí hann er úr burðardyggum skógum og er lógliga feldur.
- Uttanveltað kanning av byggitilgongdini og lidna bygninginum tryggjar, at øll krøv og allar mannagongdir eru fylgd.
- Í einum heimi, har burðardygd er eitt modernað heiti, kann svanamerkið tryggja, at tað veruliga er satt, tí krøv og kanningar eru so strong.
- Felagið BM Byggeindustri í Danmark hevur sergrein í burðardyggari bygging. Tey halda øll krøv, sum Miljømærking Danmark setur, og fáa javnan eftirlitsvitjan, fyri at fáa viðurkenda svanamerkið á vørurnar.
Íbúðirnar
Íbúðirnar eru: 96 m2 í stødd umframt bilskýli á 25m2, depot rúm á 7 m2 og terassu sum er uml. 16 m2. Íbúðirnar eru gjørdar eftir nýggjastu byggjureglugerðini.
Allar íbúðirnar hava egna inngongd, depot rúm, fluguskáp og bilskýli. Eisini hava allar íbúðirnar ventilatiónsskipan, sum tryggjar góða inniluft, gólvhita og 3-lags rationel lágorkuvindeygu og troldtekt akustikloft. Led spottar eru wc og køki. Íbúðirnar hava gott dagsljós og ljóðviðurskifti umframt brunaalarm, sum er knýttur at elveitingini og battarí.
Køkur og stova: Allar íbúðirnar hava HTH køk við Siemens komfýri við kókiplátum, køliskapi v/frystiboks og uppvaskimaskinu. Øll baðirúm hava pláss til vaski- og turkimaskinu umframt turkistativ. Allar íbúðirnar hava depotrúm. Allar íbúðirnar hava rúmliga og nýtiliga terassu við flísum við góðum útsyni yvir bygdina.
Orkukeldan er ”boligventilationsvarmepumpe” frá Vølund sum er góðkend við grønum málara. T.v.s. at orkunýtslan verður sera lág.
Bygningurin hevur 2 rørsluvinarligar íbúðir.
Leigarin skal tekna egið hald hjá SEV og televeitara.
Uttanumøkið
Allar íbúðirnar hava egið bilskýli, umframt hetta eru nøkur parkeringspláss til gestir. Allar íbúðirnar hava flagtekju.
Burturkast: Hvør íbúð hevur egna skrellispann til húsarhaldsburturkast.
Vegleiðandi tekningar og meira kunning er á www.mark.fo
Skálavíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald