Vinna

Ætla at flúgva til London komandi ár

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, upplýsti fyri JN.fo í gjár, at Atlantic Airways ætlar at flúgva til London komandi ár.

2023-08-23 15:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var ein søguligur dagur í gjár, tá ið Atlantic Airways byrjaði beinleiðis rutusamband millum Vágar og New York.

Á túrinum úr Vágum til New York gjørdu vit eina longri samrøðu við Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantsflogi, og verður hon at lesa á jn.fo seinni.

Men í samrøðuni upplýsti Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, fyri okkum, at Atlantic Airways setur eitt nýtt ferðamál á skrá komandi ár.

Atlantic Airways hevur í dag 11 ferðamál.

Tá ið vit spurdu Jóhannu hvat spennandi vit kundu vænta okkum av 2024, so upplýsti hon, at arbeitt verður við at fáa London inn í háárstíðini frá juni til august.

Eisini hevur Atlantic Airways leingi ynskt at flogið til Amsterdam, og eru loyvini ikki komin uppá pláss har, og væntar Jóhanna heldur ikki at loyvini koma uppá pláss til komandi ár.

Til endans sigur Jóhanna, so London verður nokk tað nýggja ferðamálið komandi ár.

Sí eisini: 

Myndir frá fyrsta túrinum millum Vágar og New York

Myndir yvir Grønlandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder